Nú er skorið uppaftur longur niður til Europa League lutakastið sum verður klokkan 12:00 føroyska tíð.
Av teimum føroysku liðunum er Víkingur tað liði sum kann fáa mest áhugaverda mótstøðuliðið. Tí eitt av liðunum sum Víkingur kann trekkja eru nevniliga fyrrverandi donsku meistararnir úr FC Midtjylland, sum B36 fyri nøkrum árum síðani spældu ímóti.
Annars eru útlitini góð fyri at talan verður um gott lutakast hjá øllum føroysku liðunum. Tað er einans NSÍ, ið kann fáa eitt heldur keðiligt lutakast, um nú felagið trekkir Shaktyor Soligorsk úr Hvítarusslandi.
Hesum fimm kann Víkingur møta:
Stabæk (Noreg)
Heart of Midlothian (Skotland)
Linfield (Norður Írland)
Ventspils (Letland)
FC Midtjylland (Danmark)
Hesum fimm kann HB møta:
IFK Gøteborg (Svøríki)
HJK Helsinki (Finnland)
KR Reykjavík (Ísland)
Saint Patrick’s Athletic (Írland)
Levadia Tallinn (Estland)
Hesum fimm kann NSÍ møta:
AIK Stokholm (Svøríki)
FC Shaktyor Soligorsk (Hvítarussland)
Odd Greenland (Noreg)
FC Differdang (Luksemburg)
Breiðablik (Ísland)