Víkingur hevur málmin í eygsjón

Næstbesta HB liðið fór í kvøld úr Leirvík við 2-0 tapi

Tað er stórur spenningur bæði í toppinum og botninum í næstbestu deildini.

Í toppinum snýr spenningurin seg um, um tað fer at eydnast B68 at vinna silvur ella bronsu og harvið at flyta upp saman við AB.

Í botninum snýr spenningurin seg um, um tað verður Giza Hoyvík, Suðringar ella B36, sum skal flyta niður saman við ÍF.

 

Í kappingini um silvur og bronsu vunnu allir tríggir avbjóðararnir í kvøld: KÍ vann á B36, B68 vann á NSÍ, og Víkingur vann 2-0 á HB. Harvið er KÍ næstfremst við 43 stigum, B68 er á triðja plássi við 42 stigum, og Víkingur er á triðja plássi við 41 stigum.

Í Leirvík var tað málleyst, inntil tað restaði eitt korter. Tá legði Arnbjørn Svensson Víking framum, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti Hans Jákup Lervig heimasigurin.

 

Í botninum tapti B36 í Klaksvík, meðan Giza Hoyvík vann á heimavølli ímóti ÍF. Suðringar spældu ikki í kvøld. Teirra dystur í 23. umfari verður á Argjum hóskvøldið.

 

23. umfar

KÍ-B36 2-1 (0-1)

0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 11.

1-1: Mikkjal á Bergi 69.

2-1: Steinbjørn Olsen 80.

 

Víkingur-HB 2-0 (0-0)

1-0: Arnbjørn Svensson 76.

2-0: Hans Jákup Lervig 86.

 

B68-NSÍ 8-3 (3-1)

0-1: Martin Joensen 5.

1-1: Oddur Højgaard 18.

2-1: Jóhan Dávur Højgaard 31.

3-1: Búi í Hjøllum 35.

4-1: Jann Ingi Petersen 52.

5-1: Esmar P. Clementsen 54.

6-1: Óli H. Olsen 66.

7-1: Esmar P. Clementsen 70.

7-2: Martin Joensen 70.

7-3: Bogi Løkin 74.

8-3: Óli H. Olsen 89.

 

Giza Hoyvík-ÍF 4-1 (1-0)

1-0: Tijani Mohammed 41.

1-1: Áki Petersen 70.

2-1: Niklas Fríði Jacobsen 77.

3-1: Jósup Henriksen 85.

4-1: Jósup Henriksen 90.

 

AB-Suðringar hóskvøldið

 

Støðan

AB 52

KÍ 43

B68 42

Víkingur 41

NSÍ 33

HB 30

Giza Hoyvík 29

Suðringar 27

B36 24

ÍF 0

AB og Suðringar hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir

 

Hóskvøldið

AB-Suðringar

24. umfar

Leygardagin 23. september

ÍF-HB

NSÍ-KÍ

Giza Hoyvík-AB

B36-Víkingur

Suðringar-B68