Víkingur hevur fingið flest sektarstig

Tvífaldu føroyameistararnir úr Víkingi hava higartil í ár fingið flest sektarstig í Betri-deildini hjá monnum

Fyri hesi fyrstu 11 umførini sum eru spæld í Betri-deildini hjá monnum, er ein av niðurstøðunum tann, at tvífaldu føroyameistararnir úr Víkingi higartil hava fingið flest sektarstig av liðunum í Betri-deildini.

 

Víkingur hevur higartil fingið 21 gul kort og 2 reyð kort í teimum fyrstu 11 umførunum sum gevur teimum samanlagt 27 sektarstig. Tað er tað hægsta talið í deildini higartil. NSÍ, EB/Streymur og AB hava fingið næstflest sektarstig higartil, tí øll tey trý feløgini hava higartil fingið 25 sektarstig.

 

Felagið sum hevur skikkað sær best higartil hetta kappingarárið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum er Skála. Skála hevur higartil fingið 13 gul kort og 1 reytt kort, sum samanlagt gevur teimum 16 sektarstig. Liðini sum hava næstfægst sektarstig eru oddaliðini, HB og B36, sum higartil hava 18 sektarstig.

 

Sektarstig fyri fyrstu 11 umførini sambært FaroeSoccer:

1.     HB – 18 gul og 0 reyð = 18 sektarstig

2.     B36 – 18 gul og 0 reyð = 18 sektarstig

3.     KÍ – 22 gul og 0 reyð = 22 sektarstig

4.     NSÍ – 25 gul og 0 reyð = 25 sektarstig

5.     Víkingur – 21 gul og 2 reyð = 27 sektarstig

6.     Skála – 13 gul og 1 reytt = 16 sektarstig

7.     EB/Streymur – 25 gul og 0 reyð = 25 sektarstig

8.     TB/FCS/Royn – 20 gul og 1 reytt = 23 sektarstig

9.     AB – 22 gul og 1 reytt = 25 sektarstig

10. 07 Vestur – 20 gul og 1 reytt = 23 sektarstig

 

* Eitt gult kort í Betri-deildini gevur 1 sektarstig, meðan eitt reytt kort gevur 3 sektarstig.