Í kvøld verða fýra av fimm dystum í Betri deildini hjá monnum. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.
Hóast ÍF hevur bjóðað hugtakinum “topp-fimm” av í ár, so er talan enn um tey somu fimm, ið liggja omanfyri miðstrikuna á stigatalvuni. Tvey av teimum møtast í Sarpugerði. Tað eru Víkingur og HB. Heimaliðið hevur allar mans tøkar til dystin, men venjarin hevur kanska fingið enn meiri at hugsa um, eftir at fleiri av yngru spælarunum vístu seg fram í 6-0 sigrinum á EB/Streymi sunnudagin.
Vukasin Tomic, Lukasz Cieslewicz, Bogi Reinert Petersen og Bergur Gregersen høvdu allar avbjóðingar í 4-2 ósigrinum á ólavsøku móti B36. Teir sótu allir uttanfyri móti EB/Streymi, har ungir spælarar sum Arnbjørn Svensson, Geza David Guri, Noah Meney og Elias Lervig byrjaðu inni.
Tað hevur ikki gingið heilt eftir ætlan hjá Víkingi í ár. Liðið liggur á fimta plássi, men hevur argað toppliðini í Sarpugerði. Víkingur vann 1-0 á NSÍ og 4-2 á B36, meðan tað gekk rúm tíð áðrenn KÍ fekk sigurs málið. Nú verður spennandi at síggja um hvussu kortini verða blandaði hóskvøldið. Andreas Lava Olsen er eisini klárur, men spurningurin er um hann er kláur at spæla frá byrjan.
##med2##
Dysturin millum Víking og HB verður í kvøld klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Liðtíðindi:
Víkingur: Allir mans tøkir
Betri deildin 17. umfar:
Hósdagin 6. august:
B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-NSÍ (18.00)
Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-KÍ (19.00)
Fríggjadagin 7. august:
AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1