Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Víkingi í síðstuni, og dysturin móti B71 var einki undantak í so máta. Sjálvt um Víkingur var spælstýrandi stóran part av dystinum, og komu til nakrar góðar kjansir, so manglaði neyvleikin í avgerðandi løtum. Finnur Justinussen hevði tríggjar líkinda kjansir í dystinum, sum blivu misnýttir. Ungi Víkinga áleyparin hevur í ár havt trupult við at finna máltevið, sum gav honum gylta skógvin í fjør.
Meðan víkingar iðra seg um tvey mist stig, so var frøi á sandoyingum eftir at hava fingið tað eina stigið, og tað er væl skilligt. Sandoyingar vóru ikki komin til Leirvíkar at spæla álopsfótbólti, men teir stíddust sera væl í verjupartinum, og fingu eitt stig í løn fyri stríðið.
Nær við og næstan
Víkingur var spælstýrandi frá fyrsta minutti, ikki minst tí sandoyingar lótu vertirnar hava bóltin, og hugsaðu mest um at standa væl í verjustøðu. Víkinga trýstið hevði við sær at vertirnir fingu nógv hornaspørk, men Bárður Johannesen í B71 málinum, var ein tryggur aftasti skansi, og tók broddin av trýstinum, við at taka sær av fleiri av høgu bóltunum, ið blivu sendir inn í brotsteigin.
Uttan at taka nakað frá sandoyingum, so høvdu teir eisini neyðuga heppnið við sær í fyrra hálvleiki. Millum annað tá Finnur misnýtti ein góðan møguleika miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seinri tá bólturin brast á innaru síðu á stongini, eftir eitt fríspark frá Suna Olsen. Men inn vildi bólturin ikki.
B71 verjan stóð stinn
Leikliga gongdin var tann sama eftir steðgin. Víkingur royndi at trýsta. Tað gjørdi ikki støðuna hjá Víkingi lættari, at miðverjarnir hjá B71, Jóhannis Jensen og Allan Tungá, leiktu ein branddyst.
Sjálvt um B71 verjan stóð væl, so kunnu víkingar bert takka sær sjávum fyri at teir ikki kláraðu at koma ígjøgnum betongverjuna hjá sandoyingum. Hetta tí tað var lítið og onki hugflog yvir álopsspælinum hjá vertunum, og tá Víkingur ikki dugdi at gagnýta teir fáa kjansirnar ið komu eftir steðgin, ja so gjørdist tað trupult at vinna á uppflytarunum úr B71.
Eftir at Víkingur hevði havt so at siga alt spælið, komu sandoyingar betur við sum dysturin leið, uttan tó at vera nøkur hóttan móti Víkingi. Tað sigur nakað um álopsspælið hjá sandoyingum, at besti møguleikin hjá B71 kom eftir, at ein víkingur var nær við at seta bóltin í egið mál, men onki mál kom í dystinum.
Tískil eydnaðist tað B71 við stinnum verjuspæli at fáa eina stigið í Leirvík, men sigur tað nokk líka nógv um manglandi hugflog og neyvleika í álopsspælinum hjá Víkingi.










