Tað gekk, sum roknast kundi við, og eisini verri enn tað gjørdi í Rumenia.
Víkingur spældi í kvøld seinna dystin í øðum innleiðandi umfari av evropeisku kappingini, og úrslitið var, at felagsliðið tapti við fýra málum móti ongum.
Í fyrra dystinum var greitt, at rumenska liðið var sterkari, men ta ferðina kláraði Víkingur at halda tætt nógv longur enn liðið gjørdi í dag.
Hesaferð gingu bara fimm minuttir áðrenn Petrolul hevði skorað, og so var tunga brekkan so at siga ógjørlig at ganga hjá heimaliðnum. Og bara seks minuttir seinni vóru allar vónir sløktar, tá gestirnir øktu til 2-0. Tá var samanlagda úrslitið 5-0 og tað var ikki hugsingur um, at víkingarnir kláraðu at hála tað innaftur.
Petrolul var nógv næskari í fyrra hálvleiki enn Víkingur, men í seinna hálvleiki royndist Víkingur drúgvari. Í hvussu er enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki, men orsøkin kann væl vera, at gestirnir nú vistu, at alt var í tryggum hondum.
Heilt nøgdir vóru gestirnir tó ikki, tí sum seinni hálvleikur leið, fingu teir tvey mál afturat, og tí endaði dysturin 4-0 til Petrolul. Samanlagda úrslitið fyri Víking var 0-7 og liðið er liðugt í evropeisku kappingini í ár.
Hagtøl samanlagt:
Skot á mál: Víkingur 4, Petrolul 9
Bjargingar: Víkingur 6, Petrolul 4
Mál: Víkingur 0, Petrolul 2 (tað eina er skrásett sum sjálvmál)
Skot við síðuna av málinum: Vìkingur 1, Petrolul 7
Vandamikil álop: Víkingur 15, Petrolul 51.
Hornaspørk: Víkingur 1, Petrolul 3
Gjørd fríspørk: Víkingur 5, Petrolul 15.
Kelda: Uefa.com
Víkingur-Petrolul 0-4 (0-2)
05.: 0-1 Atli Gregersen, sjm.
11.: 0-2 Younes
63.: 0-3 Younes
77.: 0-4 De Lucas
Víkingur: Geza Turi - Atli Gregersen, Dánjal Pauli Lervig, Bárður Hansen, Erling D. Jacobsen, Sam Jacobsen (85.: Heðin Hansen), Hanus Jacobsen, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar (78.: Hjartvard Hansen), Finnur Justinussen.
Á bonkinum uttan at blíva skiftir inn: Elias Rasmussen, Bergur Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Ingi Sørensen, Filip Djordjevic.
Petrolul: Bornescu - Enza-Yamissi, Naziri, Guilherme, Boudjemaa (46.: Achim), Hoban, Romário, Teixeira (46.: Mustivar), De Lucas, Morar, Younes (63.: Grozav).
Á bonkinum uttan at blíva skiftir inn: Valincius, Geraldo Alves, Grecu.
Gult kort: Erling D. Jacobsen - Enza-Yamissi, Guilherme.
Dómari: Said Ennjimi, Eric Dansault, Cyril Lompre, Alexandre Castro (Frakland)