Tá ið tað snýr seg um steypafótbólt og vinn ella forsvinn dystir, vísir tað seg ofta, at royndirnar hava nógv at siga. Tá ið tað bara eru tvey lið, sum hava vunnið steypafinalurnar seinastu sjey árini – Víkingur (5) og EB/Streymur (2) – so kemur tað ikki óvart á, at tað eru hesi bæði liðini og serliga Víkingur, sum eiga spælarar, ið hava roynt at vinna finalur.
Um roknað verður út frá teimum, sum higartil í ár hava verið á vøllinum í landskappingini, og sum umboða tey feløgini, sum um vikuskiftið spæla fjórðingsfinalu, so eru tað 23 spælarar, ið áður hava roynt at vinna steypakappingina.
Súni Olsen var longu í 2000 á GÍ liðnum, sum vann finaluna ímóti HB 1-0. Higartil hevur hann vunnið fimm finalur – tvær fyri GÍ og tríggjar fyri Víking, og nú skal hann spæla fjórðingsfinalu fyri KÍ og ímóti B36. Einasti B36 spælarin, sum hevur vunnið steypafinaluna, er Jákup á Borg, sum í 2001 var við til at vinna illveðursfinaluna ímóti júst KÍ!
Atli Gregersen og Hanus Jacobsen hava verið við til at vinna seks finalur – eina fyri GÍ og fimm fyri Víking. Hóast Fróði Benjaminsen er superveteranur og hevur vunnið nógv, so hevur hann bara vunnið steypafinaluna einaferð. Tað var við B36 í 2006. At HB ikki hevur vunnið steypafinaluna síðani 2004 er orsøk til, at tað umframt Fróða Benjaminsen bara er ein HB spælari, ið hevur vunnið steypafinaluna – Rókur Jespersen í 2004.
Tveir teirra, sum í 2010 og 2011 vunnu finaluna við EB/Streymi, hava nú møguleika at vinna finaluna fyri annað felag. Gert Hansen, sum longu í fjør var steypavinnari í Víkingi, hevur nú Hans Paula Samuelsen sum liðfelaga. Um HB vinnur seg í hálvfinaluna, so er møguleiki fyri, at enn ein gamal steypavinnari í EB/Streymi kann vinna finaluna fyri annað felag. Arnbjørn Hansen er partur av HB liðnum, men higartil hevur hann orsaka av skaða ikki verið við í landskappingini.