Víkingur dregur frá í oddinum, meðan kappingin um plássini aftan fyri harðari nú. Hetta fyrst og fremst tí, at bæði B36 og ÍF taptu sínar dystir, meðan bæði HB og EB/Streymur røktu sínar skyldur.
Víkingur vann 1-2 í Fuglafirði á ÍF, eftir at hava verið á odda við einum máli í steðginum. Í seinna hálvleiki gjørdu liðini bæði hvør sítt mál, so endaliga støðan gjørdist 1-2 til Víking. ÍF royndi at trýsta móti dystarenda við at koyra Bartal Eliasen í álopið, og senda málverjan Jákup Mikkelsen framvið í samband við deyðbóltsstøður, men uttan úrslit. Sostatt dregur Víkingur frá ÍF, sum tey annars vóru ájøvn í stigum við, og B36, sum tapti fyri EB/Streymi.
Talan var um 1-2 tap, sum B36 mátti leggja rygg til í Gundadali í dag. EB/Streymur legði seg á odda við fyrst einum og síðani tveimum málum. Í báðum førum var Leif Niclasen málskjútti. Arnbjørn Hansen er úti við skaða, og norðskálamaðurin hevði skilt, at hann mátti taka yvir har, vandimikli kollfirðingurin slepti. Stutt fyri leiklok minkaði B36 um munin, men teir komu ikki nærri enn tað sama.
Við Løkin í Runavík so leingi út til, at NSÍ skuldi fáa sín næsta sigur, tá teir vóru á odda 2-0. Men HB so megnaði at skora fýra ferðir upp í slag. Útjavnandi málið kom ikki fyrr enn tríggjar minuttir fyri leiklok, og so var sigurin staðfestur við tveimum málum í yvirtíðini.
Í Vági í Suðuroy vann B68 næsta sigurin á rað. Christian Høgni Jacobsen gjørdist stóri sigursharrin við málinum, hann gjørdi eftir at spælt var í ein tíma og hann stútaði innlegg frá Einari Hansen í netið.
Seinasti dysturin hetta umfari var í Klaksvík, har KÍ tók í móti TB. Dystun endaði júst sum hann byrjaði, altso málleysur. Talan var um ein illa leiktan og lítið skipaðan dyst, har KÍ hevði ein góðan møguleika at avgera alt móti dystarenda, men frísparksinnleggið varð ikki gagnnýtt á fullgóðan hátt.
Støðan eftir 5. leikumfar er henda:
Víkingur 13 stig.
HB 11 stig
B36 10 stig
ÍF 10 stig
EB/Streymur 8 stig
B68 6 stig
NSÍ 4 stig
KÍ 3 stig
TB 2 stig
FC Suðuroy 1 stig.
Úrslit og málskjúttar:
B36 EB/Streymur 1-2 (0-)
0-1: Leif Niclasen
0-2: Leif Niclasen
1-2: Jonas Flindt Rasmussen
NSÍ HB 2-4 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg
2-0: Klæmint Olsen
1-2: Andrew av Fløtum
2-2: Hallur Hansson
2-3: Hallur Hansson
2-4: Andrew av Fløtum
ÍF Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Joseph Basene
0-2: Hjartvard Hansen
1-2: Høgni Zachariasen
FC Suðuroy B68 0-1 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen
KÍ TB 0-0 (0-0)