Í summar fáa føroyingar aftur høvi at hoyra ein tann besta rokkbólkin í Føroyum, tá ið Týr trína á pallin í Voxbotni.
Í byrjanini av hesi øldini tók Týr fjøldina á bóli, tá ið Ormurin Langi hittaði um alt landið. Teir sprændu nýtt lív í føroysku kvæðini, og skjótt slógu túsundtals unglingar í ring, og kvóðu við til Ormin Langa.
Síðani hevur bara gingið ein veg hjá bólkinum. Týr eru í dag vorðnir eitt kent navn uttanfyri Føroyar. Teirra norðurlendska, víkinga stílur er nakað heilt fyri seg, og hendan serstaka stílin hava túsundtals fólk kring allan heimin tikið til sín.
Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva Týr aftur í Føroyum. Voxbotnur hevur fingið hesar víkingar at undirhalda fyri gestunum tann 30 juni, tá ið eisini Medina, Divaz og Robbie.dk standa fyri undirhaldinum.
Týr hava útgivið seks fløgur. Tann fyrsta kom á marknaðin í 2002, og bar hon heitið How Far to Asgaard. Síðani kom Eric the Red í 2003. Ragnarok í 2006, Land í 2008, By the Light of the Northern Star í 2009 og The Lay of Thrym í 2001. Manningin í Týr er Heri Joensen, sum syngur og spælir guitar. Terji Skibenæs, sum spælir guitar. Gunnar H. Thomsen, sum spælir bass, og Kári Streymoy, sum spælir trummur.
Hesum boða fyrireikarar frá.