FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: Sum heild er áhugin fyri føroyska ferðalagnum ikki lítil. Eini 20 fjølmiðlafólk mundu vera til venjingina hósdagin, eins og fjølmiðlar eisini hava vitjað á hotellinum hjá føroysku leikarunum, og har føroysku fjølmiðlarnir búgva.
Tað eru bæði fjølmiðlafólk úr nærumhvørvinum, men eisini landsdekkandi fjølmiðlar, sum eru til staðar.
Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur sjálvsagt verið í fokus. Bæði skrivaðu og loftbornu miðlarnir hava verið eftir honum, men eisini nakrir av leikarunum eru áhugaverdir.
Ein afturvendandi spurningur frá fronsku fjølmiðlunum er nevniliga, hvørjir teir báðir einastu yrkisleikararnir hjá Føroyum eru. Teir hava nevniliga heft seg við, at Christian Lamhauge Holst spælir í Danmark og Símun Samuelsen í Íslandi, og eru tískil áhugaðir í at seta andlit á hesar báðar.
Av tí sama vóru tey á Ráðhúsinum eisini fegin um, at júst teir báðir taldust millum teirra, ið vitjaðu har í gjárkvøldið.