Víkingur er annað av liðnum í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður í kvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Í tí sambandi verður skipað fyri upphiting í bovlinghøllini í Leirvík.
Í 2009 vann Víkingur steypakappingina móti júst EB/Streymi. Síðani tá hevur EB/Streymur vunnið báðar finalurnar, sum hava verið síðani tá. Nú er so spurningurin um tað verður fyri triðju ferð á rað, ella um Víkingur aftur hesa ferð skal verða liðið, ið steðgar teimum.
Í Víkingi skipa tey fyri upphitini til finaluna í bovlinghøllini í Leirvík. Byrjað verður klokkan 15.00. Á skránni verður millum annað tónleikur, sangur, kapping um slagorð og andlitsmáling. Møguleiki verður eisini at keypa troyggjur, víkingahorn, floytur, ballónir og fløgg.
Úr Gøtu og Leirvík boða tey frá, at bussar koyra til havnar og at teir fara klokkan 17.30 úr bovlinghøllini í Leirvík.