Víkingakvinna funnin

Russiskir fornfrøðingar hava funnið leivdirnar av einari norðurlendskari kvinnu í einum gravkamari, sum teir halda vera frá 10. øld.

Gravkamarið bleiv funnið uttan fyri býin Pskov í útnyrðingspartinum av Russlandi. Fornfrøðingarnir hava ikki funnið tekin um víkingar í sjálvum býnum, og tí halda teir, at norðbúgvarnir hava hildið til fyri seg sjálvar uttan fyri býin. Umframt leivdirnar av kvinnuni funni fornfrøðingarnir fleiri lutir úr silvuri og brosnu í gravkamarinum.

Víkingarnir vóru ofta við russisku eystrasaltsstrondina í 9., 10. og 11. øld, og teir sigldu javnan eftir teimum russisku áunum. Eitt nú nýttu teir áirnar Volga og Dnjepr, tá teir fóru til Konstantinopel, og á vegnum grundløgdu teir fleiri handilsbýir. Býurin Pskov er ein av teimum elstu í Russlandi. Tað elsta, sum vit vita um hann, stavar frá árinum 903.