Víkingafilmur á norrønum máli

Oftast tosa víkingar enskt í filmum, men nú kemur filmur, har málið er norrønt.

Tað hendir meira enn so, at tað av sonnum er ræðandi, tá víkingar í filmum rópa og brøla á enskum máli. Men tess  nærri veruleikanum og tess meira ræðandi tykist tað, tá hetta hendir á norrønum máli.

 

Tí víkingar tosaðu ikki enskt, men forna norðurlendska málið norrønt. Og nú kemur fyrsti víkingafilmurin, har víkingar tosa norrønt.

 

Tað er norski Markus Dahlslett, sum í samband við útbúgving sína á lærdum háskúla skrivar høvuðsuppgávuna Et Spor Af Fortiden, og ger hann her eisini ein víkingafilm, har fornamálið verður tosað.