Víkinga formaðurin er málleysur

Hetta var stórsigur fyri allan tann føroyska fótbóltsheimin, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, tá ið hann endiliga fær málið aftur suðuri í Kosovo

Tað er ein ógvuliga væl nøgdur og ikki sørt rørdur formaður í Víkingi, sum heilsar okkum og føroyingum yvirhøvur úr Kosovo, nú Víkingur við 4-1 sigri suðuri í Kosovo hevur tryggjað sær rættin at halda fram í europeisku meistarakappingini.

Samantalda úrslitið er 6-2, tí Víkingur vann 2-1 á heimavølli í síðstu viku.

 

Tá ið Brandur Jacobsen verður biðin um at gera viðmerkingar til avrikið og úrslitið og atgongumerki til annað innleiðandi umfarið, so innleiðir hann soleiðis:

 

-Eg má siga sum er, at eg eri málleysur. Vit høvdu roknað við møguleikanum at spæla okkum víðari, men tey flestu mundu kenna tað soleiðis sum veddingarfeløgini, ið roknaðu okkum at hava kanska 30 prosent møguleika.

Brandur Jacobsen rósar spælarunum og venjarunum, men hann heldur, at hetta er størri enn so:

-Talan er um glæsiligt avrik fyri øll í og kring Víking og øll í Eysturkommunu. Men hetta er eisini eitt avrik og úrslit, sum tænir øllum føroyskum feløgum til stóran sóma, og allar føroyskar fótbólts Føroyar eiga sín lut í hesum. Vit sóu tað, tá ið vit spældu á heimavølli. Tað vóru nógvir áskoðarar í okkara kommunu á Tórsvølli, men har vóru eisini so ógvuliga nógvir aðrir føroyingar. Tað frøddi okkum, at formenn í øðrum feløgum heittu á sínar stuðlar um at taka á við okkum.

 

Og hvat nú?

-Vit fara í kvøld undir fyrireikingarnar til næsta umfar. Vit skulu spæla ímóti FH, sum hevur okkara landsliðsmálverja Gunnar Nielsen millum stólparnar. Fyrri dysturin verður á útivølli, og íslendingar vilja hava, at hann verður mikukvøldið.

Og formaðurin í Víkingi heldur fram:

-Nú hava vit syrgt fyri fyrsta plássinum í øðrum innleiðandi umfari. Hósdagin skulu KÍ, NSÍ og B36 spæla, og vit vóna øll, at tað fer at eydnast teimum at spæla seg víðari. Eftir fyrra umfarið hava tey øll møguleikan. Einki er at ivast í, at úrslitið hjá okkum vekir ans kring allan fótbóltsheimin, og tað tænir føroyskum fótbólti til miklan heiður, um hini liðini eisini megna at spæla seg víðari, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.