Víðkað rithøvundafrælsi?

Viðmerking til Oddvør Johansen

Av og á eru viðkomandi og beinraknar viðmerkingar at siggja frá Oddvør Johansen, rithøvunda, í bløðunum til dagsins mál, og eg má siga fyri mítt viðkomandi, at eg altíð lesi hesar viðmerkingar við áhuga , og sum oftast eri eg púra samdur í teimum sjónarmiðum, sum hon førir fram alment. Men í leygardags Dimmuni 7.nov. fer hon undir eina viðgerð av fullveldisspurninginum, og spyr hvar andstøðan er, og tá serliga javnaðarflokkurin, sum í Oddvørsa verð er blivin eitt vónbrot síðani valið í summar, vegna støðutakanina til fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum. Her eru vit ikki samd.

Oddvør hevur kagað í "Statistisk Årbog 1997" og har funnið út av, at danir gjalda í menningarhjálp til fátækastu londini í heiminum heilar 10 milliardir 424 mill. netto, og tí heldur hon tað vera beinleiðis løgið, at framstandandi danskir politikkarar úr fleiri flokkum á fólkatingi hava verið her og greitt frá, at fullveldi merkir færri krónur úr danska ríkiskassanum alt fyri eitt. Og hon fer so langt, sum at siga, at hetta verður gjørt í hevnisøku móti føroyingum í fullveldisroyndum landsstýrsins. Tí tá ið danir kunnu geva t.d. India 232 mill., Afrika 2620 mill. og Suðuramerika 372 mill., so má tað vera lagamanni at senda 1 000 mill. til Føroyar árliga. Hatta ljóðar væl í oyrunum á fólki, og danskarar verða gjørdir til syndabukkar einaferð enn. Og at geva hasum "fjaru" londunum peningahjálp í eini skiftistíð, sum Oddvør málber seg, men ikki okkum, hvat billa teir sær inn - ja, ein freistast til at spyrja, hvussu langt røkkur næstrakærleikin? Hetta er ein løgin máti at grunda fullveldisætlanirnar á!

Lat okkum hyggja nærri eftir hasum tølunum, sum Oddvør sigur eru so áhugaverd, og kunna okkum um, t. d. hvussu nógv er í part hjá hvørjum indara ella suðuramerikanara, tá ið danir hava goldið menningarhjálp til hesi umtalaðu lond ella heimspartar.

* Í India búgva 836 mill. fólk. Danmark gevur 232 mill. kr. í menningarhjálp = 0 kr. 27 oyru í part pr. íbúgva

* Í Suðuramerika búgva 760 mill. fólk. Danmark gevur 372 mill. kr. í menningarhjálp = 0 kr. 49 oyru í part pr. íbúgva

Og soleiðis kundi ein hildið áfram at "spælt" sær við tølunum hjá Oddvør - tey kunnu nýtast ( og misnýtast!) til so mangt. Sum tað skilst av peningaveitingunum, sum Danmark letur í menningarhjálp, so munar tað ikki serliga nógv í menningarlondunum kring um í heiminum, hóast Danmark og hini norðurlondini eru nøkur av teimum fáu, sum eru komin upp móti endamálsorðingini hjá ST, sum sigur, at hvørt framkomið limaland eigur at miðja fram ímóti, at lata 1,75% av bruttotjóðarúrtøkuni í menningarhjálp .Bara eittans landið her á okkara leiðum, nevniliga Føroyar, hava ikki so frægt sum eina konto á løgtingsins fíggjarlóg sum eitur menningarhjálp! (Privat verða ófør tøk tikin, tað veit eg) Og tað hevði sømt seg fyri okkum sum tjóð, at tikið henda spurningin til umrøðu nú fíggjarlógin skal samtykkjast endaligt fyrsta dagin - og eg vóni, at Oddvør tekur undir við mær í hesum máli,hóast hesi londini eru nakað "fjar", sambært henni.

Hvussu sær so roknistykkið út fyri okkara viðkomandi - jú ógvuliga einfalt:

* Í Føroyum búgva 45.500 fólk og vit fáa í ríkisveiting úr Danmark 1300 mill. kr. = 28.571, - kr. í part pr. íbúgva

Og hetta munar sjálvandi almikið í landshúsarhaldinum, og hevur ríkisveitingin verið grundarsteinurin undir almannaverkinum, sjúkrahúsverkinum og skúlaverkinum í mong ár. Einki land kann frá einum degi til annan vera triðingin, av tí tað kostar at reka eitt samfelag, fyriuttan - og hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri okkara samfelag. Ella sagt v.ø.o., hvør hevur hug at gjalda 28.571, - kr. meiri í skatti árliga?

Og grundgevingarnar fyri, at vit í dag fáa blokkin uppá 1 milliard, er hon, at vit eru ein partur av ríkinum, sum danska fólkatingið hevur fulla heimild at játta pening til á hvørjum ári - og sum fólkatingið alt, burtursæð frá Kirsten Jacobsen, Piu Kjærsgård & Co, er sinnað at varðveita

Men hava vit tikið við suverenitetinum av okkara landi, og harvið sagt farvæl til Danmark, so er ongin heimild, sambært Harhof professara í Århus, hjá danska fólkatinginum at játta pening til Føroyar í framtíðini, og tí fellur blokkurin burtur - ikki sum Oddvør leggur í tað, at danskir politikkarar eru so fíggindaliga sinnaðir móti føroyigum, og tessvegna royna at "banka" okkum uppá pláss við ymsum ávaringum - nei, heilt einfalt, játtanarmøguleikin fellur burtur, danska fólkatingið kann ikki játta pening til "ríkið Føroyar", og tí verður ongin blokkur aftaná loysingina. Og felags kongshús og felags valuti er ikki nóg mikið at varðveita ríkisveitingina. Og samanberingin hjá Oddvør, at felags kongshús og -gjaldoyra eru at rokna sum sama støða, sum hon, ið valdar í USA, við felags forseta fyri amerikonsku statirnar, hon heldur ikki. Øll vita, at USA er at rokna sum eitt land, tá talan er um verju-, uttanríkis, fíggjarpolitikk o.s.fr., har alt valdið er savnað í forsetaembætinum, meðan okkara kongsvald er uttan nakað verunligt vald.(Hví skulu vit partú varðveita kongafelagsskapin, tá alt annað danskt ikki kann nýtast?) - Og annars helt eg, at taka vit loysingina í fullum álvara, so eiga vit eisini at taka við teimum treytum, sum harav standast! At taka við suverenitetinum og so lata danir gjalda, smakkar mær ikki - onkur segði nú ein dagin skemtandi, at tað minnir mest um forlorna haru! Og at fara at geva føroyingum menningarhjálp, sambært ST viðtøkum, tað er jú beinleiðis láturligt - so fátækir eru vit heldur ikki!

Oddvør, javnaðarflokkurin hevur arbeitt fyri at fáa eina sjálvstýrislóg samtykta á tingi, higartil uttan úrslit, tíverri. Grundsjónarmiðið er, at vit kunnu yvirtaka alt lóggávu- og fyrisitingarvald á øllum økjum, so hvørt vit kunnu semjast um tað, og tá føroyingar hava tann neyðuga førleikan til tess - stutt sagt ein sáttmála millum bæði londini, sum røkkur líka at loysingini, um tað er vilji føroyinga. Hetta er greið tala, og als ongin sambandsstøða at hava, men harafturímóti ein reiðilig og virðilig støða, sum sømir seg flokkinum í hesum álvarsmáli. Og samstundis verður skoytt uppí frá floksins síðu, so veljarin veit hvar flokkurin stendur, nevniliga hetta, at fullveldi ikki má koma at kosta føroyinginum vælferðina. Og her nema vit við ein av kjarnuspurningum hjá flokkinum, sum hann, eftir mínum tykki, eigur og skal verja fram um so mangt annað (samanber ongin hækking av fólka- og avlamispensjónum o.ø almannaveitingum síðani 1993!!). Oddvør, tú nevnir sjálv ein av stovnarum floksins, Maurentius við Stein, sum ein hin fremsta verja smámansins. Og rætt er tað, og hesi batnandi kor smámansins, frá ti javnaðarflokkurin varð stovnaður og til dagin í dag, mega ongantíð verða ofraði á einum trappusteini í Havn, tá republikkin verður proklamerað! Kjakið í bløðunum hesa seinastu tíðina hevur týðiliga víst okkum føroyingum, hvønn veg tað fer at bera, um vit velja loysingina. Niðurstøðurnar hjá okkara fremstu búskaparfrøðingum, við Bjarna Olsen á odda, bera allar á sama borðið, at tað verður sera torført at varðveita livifótin í hesum landi aftaná at fullveldið er vorðið veruleiki! Hetta er greið tala, sum føroyingar eiga at leggja sær í geyma - og her nyttar onki at koma og sleingja um seg við nationalromantiskum heilaspuna (sum annars í mongum førum er útskiftir frá hinum gamla,lítið umtókta kommunistaheilaspunanum!!) ella illneyta inn á danir, at teir royna at reka okkum í rætt viðvíkjandi blokkinum - her er tað tølini, ið tala (og føroyskir búskaparfrøðingar!) og onki annað! Tað kann so ongantíð verða politikkur javnaðarfloksins at taka skorðaranar undan vælferðarsamfelagnum, at bróta niður tað, sum hann í skjótt heila øld hevur strýtt sítt tógva stríð fyri at vinna fjøldini - um javnaðarflokkurin ikki hevur henda setningin alla tíðina fyri eygað, so er spurningurin um tilverugrundarlag floksins ikki eigur at vera tikið til umhugsunar. - At vera á varðhaldi, er ein hin fremsta uppgáva andstøðurnar á tingi, og serliga tá ið talan er um so grundleggjandi samfelagsbroytingar, sum lagt verður upp til frá samgongurnar síðu í fullveldismálinum, og sum fer at fáa álvarsama ávirkan á hvørt mansbarn í hesum landi.

Javnaðarflokkurin er á rættari kós, eisini í sjálvstýrismálum!


Tórshavn

9. -11. 98

Johan Samuelsen