Tað ferðast alt fleiri fólk um fløgvøllin í Vágum og tað setir krøv til umstøðurnar bæði inni floghavnini og uttanfyri. Nú verður stig so tikið til, at víðka um parkeringsøkið.
Heimasíðan hjá Vága Floghavn skrivar, at arbeiði uppá parkeringsøkið er byrja í september og eftir ætlan skal tað útbyggjast nógv.
Í løtuni eru 360 parkeringspláss og tað skal útbyggjast til 800 parkeringspláss og eftir ætlan skal ein glasgongd gerast av parkeringsøkinum og inn í farstøðina.
Nú verður so gjørligt at ganga turrskøddur av parkeringplássinum í Vága Floghavn og inn í terminalin.