30 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar løgdust í morgun aftrat narkosusjúkrarøktarfrøðingunum, ið fríggjadagin fóru í arbeiðssteðg í kjalarvørrinum av, at tað ikki eydnaðist semingsmonnunum at fáa eina semju í lag millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum.
Í morgun hevur fakfelagið fund við tær sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið eru umfataði av arbeiðssteðginum, og Óluva í Gong, forkvinna í fakfelagnum, upplýsir, at um framstig ikki verða gjørd í lønarsamráðingunum, so fer felagið møguliga at víðka um átøkini.
- Kunnandi fundur verður klokkan tíggju fyri teimum limum, ið vit hava hert arbeiðssteðgin at umfata, og so muga vit finna út av seinni í dag, um tað verður neyðugt at herða verkfallið enn meira, ella um Fíggjarmálaráðið kemur til samráðingarborðið til veruligar samráðingar, sigur forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Forkvinna fýlist á tann hugburðin, ið Lønardeildin higartil hevur víst í samráðingunum, og vísir á, at um hann ikki broytist, so hava partarnir ikki nógv at tosa um.
- Teir muga koma til samráðingarborðið og hava ordiliga samráðingar. Sum nú er, so fortelja teir bara fyri okkum hvat er galdandi og hvussu tingini skulu gerast. Tað er ikki at samráðast, og tað er sjálvur trupulleikin, tí vit hava ikki longur ordiligar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Óluva í Gong, og leggur afturat.
- Tað verður sagt, at vit hava fríar samráðingar, og vit fara at halda upp á okkara rætt at hava samráðingar og ordiligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið. Ikki bara hetta, at vit møta upp, og tey fortelja okkum hvat tað heila handlar um.
Sambært forkvinnuni, so hevur felagið stóran stuðul frá limunum fyri arbeiðssteðginum, og hava tey eisini fingið hollan stuðul frá øðrum fakfeløgum.
- Vit hava ein heilt ótrúligan stóran stuðul frá okkara limum, og okkara limir eru klárir til hetta stríðið. Vit hava roynt við øllum møguligum góðum argumentum í áravís, men tað ber ikki ígjøgnum, tí man sleppur ikki til veruligar samráðingar. Men hesaferð halda vit fast uppá, at vit vilja sleppa til veruligar samráðingar,
At brúka rættin at fara í verkfall er eitt víðgongt amboð í samráðingum, og forkvinnan vísir eisini á, at hetta er eitt fakfelag, ið vanliga ikki brúka amboðið, men at tey ikki síggja nakra aðra loysn.
- Seinast vit fóru í verkfall var í nítiárunum. Tað liggur í okkara faki at passa okkara arbeiði og passa tað væl, og halda síðan, at vanligt skil skal ráða. Men trupulleikin er, at so leingi vit passa okkara arbeiði til fulnar, so er tað eingin, ið ætlar at geva okkum hægri løn, sigur Óluva í Gong.










