Víðkað barnaøkið

Í mun til árið í fjør er festivaløkið til Summarfestivalin mest sum óbroytt. Fyrsta árið stóð greitt, at tørvur var á meira plássið, men fyrireikararnir halda, at tað, sum varð gjørt í fjør, fyri tað mesta er nøktandi.
- Vit hava loyvi til 9.000 vitjandi, soleiðis sum økið er nú, og tað meta vit vera nøktandi. Í fjør vóru á leið 8.000 gestir leygarkvøldið, og í fyrstu atløgu miðja vit eftir at halda fast um hetta.
- Tað er væl eisini mark fyri, hvussu nógv størri ein festivalur kann verða í Føroyum, og tí ræður fyrst og fremst um at halda nøgdseminum hjá hesum 8.000. Megna vit tað, so er jú sannlíkt, at tey eisini koma aftur, og tí stendur nøgdsemið fremri enn vøkstur, tá vit skulu meta um okkara avrik í ár, sigur Erik Biskipstø.
Á einum øki verður broyting tó gjørd, og hetta er hjá børnunum.
- Vit hava gjørt av, at nýta ein størri part av Akursmørk til barnaøkið. Tað var eitt av teimum kritik-punktunum, sum vit fingu í fjør, og tí fáa børnini enn størri prioritet í ár. Ikki minst við nýggja Silva-landinum, sum Norðoya Sparikassi setur upp. Hartil verður so møguleiki at keypa serstakt armband til børn, og hava tey hetta, so eru mest sum øll spælistøðini ókeypis.