- Ein gamal bátur er farin í knús, sigur Niels Petur Midjord, leiaðri á bjargingartænastuni í Vági.
Tað stendur nógv á í Suðuroynni í løtuni. Skaðar eru hendir á Tvøroyri í dag og tað sama er at siga úr Vági.
Niels Petur Midjord, leiðari á bjargingartænastuni í Vági sigur, at nakrir bilrútar eru farnir í bygdini, eins og takplátur hava fokið runt og skøvað ymiskt smávegis.
Á Hotel Bakkanum í Vági er ein rútur sogin úr.
Vesturi á Eiðinum stóð ein gamal føroyskur bátur, sum fyrr í kvøld fór fúkandi út eftir vegnum og er farin í knús.
- Tað skal takast upp aftur, men júst nú er ikki ráðiligt at fara vestur á Eiði, sigur Niels Petur Midjord.