Vágsbøur sigraði við Frændum

Frændur hava júst framført á Vágsbøi, og við stúgvandi fullum bøi, góðum stemningi og frálíkum veðri sigraði hetta hóskvøldið á Summar Festivalinum.

 

Tað er sjáldsamt, at stóri pallur á Summar Festivalinum verður tikin í brúk hóskvøld. Men í kvøld var veðrið so mikið gott, at fyrireikarar tóku avgerð um at flyta Glóð og Frændur á stóra pallin á Vágsbøi.

 

Frændur vóru í kvøld í essinum, og eingin ivi er um, at menninir í Frændum teljast ímillum bestu sangskrivarar í landinum.

 

Við løgum sum Føroyar, Mítt Land, 80’ini, Gyðja, Røddir og mangt annað fingu teir fólkið á Vágsbøi við sær, og fjøldin brølaði við til hittini.