Vágs skúli savnar eisini inn til Føroyar móti Krabba

Seinastu dagarnar hava næmingar, lærarar, og hjálparfólk í Vágs skúla sungið meira, enn tey vanliga gera. Tí, hóast sangur fyllir heilt nógv í Vágs skúla, og tað fyri stuttari tíð síðani eisini vóru upptøkur gjørdar, har næmingar hava sungið inn sangir, so er tað í hesum døgum, at innskúlingin (1.- 3.flokkar) og Lonin (serflokkar) ganga runt í Vági, har tey hugna um við sangi. 

Á jólum gjørdu tey eina roynd við hesum, og nú átakið “Føroyar móti Krabba” hevur eggjað fólki kring oyggjarnar at taka lut, so hevur Vágs skúli tikið hesa áheitan til sín, og hevur seinastu dagarnar sungið og vitjað millum annað Frelsunarherin í Vági og Eldrasambýlið. Nú vikan er nærum komin at enda, fara tey at runda innsavningina og sangløturnar av við einum longri túri í bygdini. 

Fríggjadagin, tá ið Eldrafimleikur er í Vágshøll, vitja næmingar og lærarar fyrst á Vágseiðinum til hesa morgunløtuna kl. 9 fyri síðani at vitja á ellisheiminum Hamragarði kl. 9.45, áðrenn so Miðlatún, ið liggur mitt í Vági, fær vitjan, har aftur verður sungið. Foreldur og onnur kunnu leggja leiðina framvið og stuðla innsavningina. 

 

Eisini annar ungdómur í Vági savnar inn.

Nú innsavningin hevur verið, eru eisini onnur ungfólk blivin áhugaði í at stuðla, og fyrr í vikuni fingu lærarar í Vágs skúla fyrispurning frá Ungdómsbankanum í Vági (UDB: Ungdómshúsið) um tey kundu stuðla tí sum Vágs skúli var í gongd við, og tí fekk Vágs skúli eina sera fitta heilsan við einum brævbjálva við peningi, sum ungdómurin hevði savnað saman, og tað gleddust tey sjálvandi sera nógv um. 

 

Ynskir  ein at stuðla, so er møguleikin at heilsa uppá og leggja eitt oyra eftir seg, tá ið næmingarnir ímillum 9 og 11 í morgin (fríggjadagin 19. mars) ganga og syngja av Vágseiði umvegis Hamragarð og so enda í Miðlatúni.