Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.
Fab Lab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð. Á Fab Lab í Vágs Skúla eru: 3-d prentarar, 3-d skannarar, 3-d pennar, Laserskerari, CNC-fressari, Vinylprintari/skerari, Hitapressa, Microbittar, Electronik sett, skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni.
Í løtuni er bara eitt Fab Lab í Føroyum og tað er á Miðnámsskúlanum í Kambsdali. Fab Lab í Vágs Skúla verður sostatt tað næsta í landinum.
Fab Lab letur upp í hølum á niðsatu hædd í sonevnda Gamla Skúla. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera hølini til Fab Lab klár, og nú er næstan komið á mál. Næmingar í Vágs Skúla eru longu farnir undir at nýta útgerðina, og arbeitt verður nú við at gera Fab Lab hølini meiri atkomuligt hjá almenninginum, eisini hjá fólki við rørslutarni.