Fíggjarmálaráðið hóttir við at seta Vágs kommunu undir umsiting, skrivar Dimmalætting í dag.
Talan er um avtaluna, sum Vágs kommuna hevur gjørt við sjálvsognarstovnarnar, sum eiga Páls Høll og Marghøllina í Vági. Avtalan er, at sjálvsognarstovnarnir byggja hallirnar, og at Vágs kommuna síðani leigar tær til sítt virksemi. Dimmalætting skrivar, at hetta er ein skipan, sum var nógv brúkt í Føroyum fyrr, men sum oftast hevði við sær, at kommunurnar máttu yvirtaka sjálvsognarstovnarnar at enda, tá skuldarbyrða teirra gjørdist ov stór.
- Marghøllin og Páls Høll eru skipaði í sjálvsognarstovnar, so kommunan sleppur undan sjálv at skuldarbinda seg, skrivar Dimmalætting.
Sambært Dimmalætting hevur Fíggjarmálaráðið kolldømt avtalurnar hjá Vágs kommunu og sagt, at skuldin í hallunum má leggjast afturat kommunuskuldini. Hetta verður tó ein trupulleiki tá Vágs kommunu, tí so endar kommunan aftur undir umsiting.
Skuldin hjá Vágs kommunu var um ársskiftið 34 milliónir krónur, meðan skattainntøkurnar, ella álíkningin, er 45 milliónir krónur. Skuldin í Páls Høll er 18,9 milliónir krónur og í Marghøllini verður um 14 milliónir krónur. Skal hendan skuldin leggjast oman á kommunuskuldina, verður samlaða skuldin 52,9 milliónir krónur.
Vágs kommuna hevur fingið 14 dagar at svara Fíggjarmálaráðnum.