Vágs kommuna fekk 47,3 milliónir krónur í persónsskatti í 2019

Persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu settu met í 2019, tá ið kommuna fekk tilsamans 47,3 milliónir krónur í persónsskatti

Í mun til 2018, tá ið persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru 43,9 milliónir krónur, er talan um ein vøkstur á 3,4 milliónir krónur ella á 7,6 prosent. Talan er eisini um væl størri vøkstur enn frá árinum 2018 til 2019, tá ið vøksturin í persónsskattainntøkunum var 1,9 prosent.

Allir mánaðirnir í árinum, uttan mai mánaður, vóru í 2019 betri enn undanfarin ár, og desember var besti mánaðurin til persónsskatt í Vágs kommunu higartil, tá ið persónsskattainntøkurnar vóru 4,45 milliónir krónur.

##med2##

Umframt persónsskatt, so fevnir høvuðsinntøkugrundarlagið hjá kommununum í Føroyum eisini um partafelagsskatt og flytingar frá Landinum í samband við at kommunurnar í 2015 yvirtóku raksturin av eldraøkinum.

Vágs kommuna fær eisini nakað av inntøkum frá vørugjaldi og brúgvagjaldi í sambandi við virksemi á havnarlagnum og umvegis kaikantin.