Vágs Býráð heldur seg til avtaluna við Fiskavirking

Avtalan við Fiskavirking er, at arbeiðið skal vera á virkinum í Vági, sigur Borgarstjórin

Suðurlaks

Áki Bertholdsen

? Heldur virksemið hjá Laksavirkinum hjá Hera Hjelm uppat, má fiskavirking finna eina ðara loysn. Tí arbeiði skal vera á virkinum í Vági.
Tað sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági.
Hann hevði góðar vónir til Laksavirkið í Vági, og hann er ógvuliga keddur av, virkið er komið í so stórar trupulleikar, at tað veruliga stendur á at fáa tað uppaftur.
Men fyri arbeiðsfólkið er kanska ein glotti at hóma. Jógvan Krosslá sigur nevniliga ,at arbeiði skal vera á virkinum í Vági.
Býráðið í Vági hevur havt eina fasta støðu mótvegis Fiskavirking og tað endaði við, at býráðið samtykti, at varð arbeiðið ikki á virkinum, skuldi Fiskavirking eisini úr Vági, tí so skuldi leigisáttmálin um grundstykkið, sum virkið stendur á, sigast upp.
Men tað endaði so við, at Heri Hjelm leigaði virkið.
? Men vit hava eina avtalu við Fiskavirking um virkið í Vági og hon er, at arbeiðið skal vera á virkinum.
Tá var eisini ein avtala gjørd við Fiskavirking um at arbeiðið skal vera á virkinum.
Jógvan Krosslá sigur, at beint eftir at býráðið hevði samtykt at koyra Fiskavirking úr Vági, bleiv arbeiði ikki á virkinum, hevði býráðið fund við Fiskavirking.
Og á tí fundinum váttaði Fiskavirking avtaluna, at arbeiðið skal vera ávirkinum.
Tá váttaði leiðslan í fiskavirking eisini ,at heldur virksemið hjá Hera Hjelm uppat, ætlar Fiskavirking at finna eina aðra loysn, so at arbeiðið á virkinum verður varðveitt.
Men, hvat virksemið, talan kann vera um, veit hann ikki.

Avtalan við Fiskavirking er, at arbeiðið skal vera á virkinum í Vági, sigur borgarstjórin

Sí annars greinina um at Fiskavirking hevur tikið lyklarnar til laksavirkið frá Hera Hjelm