Vágoyggin kann samstarva

Borgarstjórin í Sandavágs kommunu, Rósa Samuelsen, sær ongan trupulleika í, at kommunurnar í Vágum fara at samstarva um barnaverndarøkið. Hon tekur undir tískil undir við Kommunusamskipan Føroya, ið metir, at barnaverndarøkið skal leggjast út á størri eindir, enn lógaruppskotið hjá Almannaráðnum mælir til

Málið um nýggja barnaverndarlóggávu í Føroyum hevur leingi verið í umbúna. Fyrsta viðgerð av nýggju lógini hevur verið, og málið liggur nú í trivnaðarnevndini undir løgtinginum. Kommunurnar skulu eftir ætlan yvirtaka barnaverndina 1. januar 2004.
Núverandi uppskot leggur upp til, at hvør kommuna hevur sína egnu barnavernd, og í viðmerkingunum til lógaruppskotið eru tað fleiri stovnar, ið ikki taka undir við hesari ætlan hjá landsstýrismanninum. Kommunusamskipan Føroya heldur, at meginreglan við nærleika og burðardygd á barnaverndarøkinum verður best rokkin við, at barnaverndin verður býtt í níggju øki.
Læknafelagið setur eisini spurning við, hvørt tað er rætt, at smáu kommunurnar hava sína egnu barnavernd. Felagið metir, at tað verður lætt, at einstakir persónar fáa gegnistrupulleika á so smáum plássum.
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, sigur í viðmerkingunum til Kommunsamskipan Føroya, at hann hevur ikki heimild at býta barnaverndina í níggju øki, tá barnaverndin gerst eitt øki undir kommununum. Tá liggur avgerðin hjá landsstýrismanninum í kommunumálum.

Samstarv
Borgarstjórin í Sandavágs kommunu, Rósa Samuelsen, tekur undir við, at kommunurnar yvirtaka barnaverndina. Hon vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at yvirtøkan verður væl úr hondum greidd, tí økið er so eymt.
? Barnaverndarøkið er eitt stórt økið, og yvirtøkan má skipast rætt, tí annars er vandi fyri trupulleikarnar á økinum gerast enn størri, enn teir eru í dag, sigur Rósa Samuelsen.
Spurd, um hon tekur undir við, at barnaverndarøkið verður lagt út á størri eindir, svarar Rosa Samuelsen, at hon heldur ikki, at kommunurnar í Vágum høvdu havt nakran trupulleika við at samstarva. Hon leggur afturat, at kommunurnar hava ikki tosað saman enn um møguleikan , men eitt samstarv kundi avgjørt verið ein góð loysn.
Borgarstjórin í Sandavágs kommunu sigur, at um økini gerast ov smá, er vandi fyri, at fólk skjótt fáa ein gegnistrupulleika. Tað er ikki heppið um eitt nú ein heilsusystir, bæði er í barnaverdini og er heilsusystir hjá børnunum, heldur Rósa Samuelsen
Hon væntar ikki, at barnaverndarøkið verður verri røkt, nú tað verður lagt út á kommunurnar. Rosa greiðir frá, at barnaverndin í Sandavági hevur higartil verið effektiv, og hon væntar ikki fleiri trupulleikar, tá kommunan yvirtekur økið frá landinum við ársbyrjan komandi ár

Kostnaðarmikið
Tað er einki dulsmál, at barnaverndarøkið verður eitt rættiliga kostnaðarmikið økið hjá kommununum. Fíggjarætlanin hjá Sandávágs kommunu var í 2003 mett at verða 1,4 mio krónur.
Spurd, um hvussu nógvur peningur skal nýtast til barnaverndina í Sandavágs kommunu komandi ár, svarar borgarstjórin, at upphæddin verður ikki undir 300.000 krónur. Hetta svarar til ein góðan fimting av allari fíggjarætlanini, so økið er tungt fíggjarliga.
Rosa Samuelsen sigur seg vænta, at kostnaður av barnaverndini verður fíggjaður við hægri skattaprosenti. Landsstýrismaðurin mælir til, at kommunurnar kring landið hækka skattaprosenti við 0,9%, meðan landið lækkar sítt skattaprosent samsvarandi.
Borgarstjórin í Sandavágs kommunu sigur, at væntandi fer kommunan at gera eftir boðunum hjá landsstýrismanninum.