Vøggustovuinnkoyring ávirkað av koronu

Koronufarsóttin hevur broytt umstøðurnar hjá teimum flestu. Soleiðis er eisini á dagstovnunum kring landið, har leiðarar og starvsfólk nú skipa seg øðrvísi, enn tey gjørdu tíðina fyri korona fyri at fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum

Nú summarfrítíðin er av, eru tað fleiri lítil børn, sum skulu byrja í vøggustovu ella í dagrøkt fyri fyrstu ferð. Tíðin, tá barnið lærir nýggju umstøðurnar, starvsfólkið og hini børnini á stovninum at kenna, verður vanliga kallað innkoyring. Innkoyringin er í tøttum samstarvi við stovnin og tekur vanliga eina til tvær vikur, har foreldur og børn vitja nýggja stovnin og barnið spakuliga venur seg við umstøðurnar og gerandisdagin á stovni.

Koronufarsóttin hevur broytt umstøðurnar hjá teimum flestu. Soleiðis er eisini á dagstovnunum kring landið, har leiðarar og starvsfólk nú skipa seg øðrvísi, enn tey gjørdu tíðina fyri korona fyri at fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, greiðir frá, at tað er upp til einstøku kommunurnar at leggja innkoyringina hjá teimum minstu í vøggustovunum til rættis soleiðis, at hon verður gjørd á rættan hátt og fylgir vegleiðingini á bestan hátt.

Innkoyringin kann vera ymisk í dagstovnunum í kommununum og eisini ymisk frá kommunu til kommunu, greiðir hann frá.

 – Innkoyringin skal í størstan mun tilber fylgja vegleiðingunum, sum stovnarnir fingu í mai mánað, og tað kann vera stødd og innrætting av stovni, sum avger, hvussu ein innkoyring verður skipað, sigur hann.

Hann greiðir víðari frá, at tá børnini, sum fóru í 1. flokk høvdu fyrsta skúladag fyrr í vikuni varð ikki mett, at tað var ráðiligt at fylgja tilmælunum um, at foreldrini ikki sluppu við. Tí kann ein eisini ímynda sær, at trivnaðurin hjá barninum verður tikin framum almennu ráðini, tá børn skulu byrja í vøggustovu fyri allar fyrstu ferð. 

Tó so leggur hann aftrat, at hetta ikki er nakað, sum Kommunufelagið hevur gjørt eina felags mannagongd fyri, tí at tað eru staðbundnu viðurskiftini – starvsfólkahópur og fysiskir karmar – sum avgera, hvussu tað verður gjørt frá stað til stað. 

– Tað er trupult at gera felags reglur, tá umstøðurnar eru so ymsikar, sigur hann.

– Teir einstaku stovnarnir venda sær til kommunurnar. Hevur man ivamál, so vendir man sær til koronaráðgevingina, sigur hann.