Vøggustovubørn vitjaðu Miðlahúsið

Mánadagin var forkunnug vitjan í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Talan var um ellivu børn, sum til dagligt ganga í býlingshúsinum við Maritugøtu í Hoyvík. Tey ellivu børn ganga á stovuni, sum eitur Haruurðin.
Hendan dagin, ið tey vitjaðu, høvdu tey fyrst verið í SMS, har tey høvdu hugt at snotiliga jóla­býnum. Øll høvdu tey nissuhúgvu á høvdinum, so tað var ikki frítt, at fólk løgdu merki til tey, tá ið tey spákaðu sær oman gjøgnum býin. Onkur gamal maður segði við tey, hvussu harmur hann var, at hann ikki hevði myndatólið við sær, tí hann helt tey verða so fitt.
Komin oman í mið­býin gekk leiðin inn í Miðlahúsið, har tey settu seg væl tilrættis at eta. Tey fýra starvsfólkini á stovuni hjá børnunum høvdu bílagt fisk og kips til børnini, og saman við sunkistum frá Pop Top, sum Miðlahúsið lat teimum, hugnaðu tey sær óført.
Gamla leyvan hjá Valdemar Lützen, sum stendur í trappuni í Miðlahúsinum, vakti ans hjá børnunum, og tey blivu eisini avmyndað saman við leyvuni, áðrenn tey hildu heim aftur í býlingshúsið.