Føroyingar eru allastaðni! Hetta verður ofta staðfest, og møguliga er nakað í hesum.
Fyri stuttum hevur Marjun M. Augustinussen vitjað heima í Vági. Hon býr í dag í Rødovre í Danmark.
Eftir realprógv fór tann tá 17 ára gamla Marjun til Danmarkar. Hetta var í 1972. Hon vildi royna okkurt nýtt og hon átti ein mammubeiggja í Albertslund, so hon fór til Danmarkar. Hon starvaðist millum annað á hotelli, reinsaríi og á sjúkrahúsi. Seinni er hon vorðin sjúkrahjálpari.
Stillaði upp.
Marjun giftist donskum manni og eiga tey tvey børn. Síðani 1986 hevur Marjun búð í Rødovre. Hon hevur altíð havt áhuga fyri politikki og hon kom í Rødovre í politiskt merkt umhvørvi.
Hon gjørdist í 1986 limur í SF, Socialistiskt Folkeparti, og tvey ár seinni gjørdist hon næstformaður í SF í Rødovre. Í 1994 stillaði Marjun M. Augustinussen upp til kommunuvalið, kom inn, og hevur verið inni síðani.
Politiska arbeiðið er strævið, heldur Marjun, sum hevur sítt borgarliga starv umframt. Hon hevur havt og hevur fleiri nevndarsessir. Hon hevur verið í sosialunevnd og er nú í mentanarnevndini og er forkvinna í nevndini, ið danir nevna teknik og miljø. Har verður arbeitt við húsum, kloak, vegum og øðrum.
Kvinnur verða ikki ofta settar í samband við tøkni, men Marjun sigur til hetta, at sum politikari má ein hava áhuga fyri øllum.
Hon nevnir fegin nøkur av seinastu arbeiðsúrslitunum. Tað er eydnast at steðgað vandamiklari spræning av jørðini, har vandamikil evni síðani treingja niður í grundvatnið. Eisini er komið væl áleiðis við eini ætlan um vistfrøðiligan mat til barnagarðar í kommununi.
Í mentanarnevndini hava tey júst lagt síðstu hond á at byggja eitt savn ? museum. Tað var Henry Heerup, ið lat sínar ognir og listasavn til kommununa. Treytin var, at eitt savn varð bygt til hetta, og tað er nú gjørt.
- Tey fyrstu 4 árini fara við at læra mannagongdir. Men síðani kemur ein inn í arbeiðið og gerst veruliga bitin av tí, sigur Marjun og upplýsir, at Rødovre Kommuna hevur eina fíggjarætlan uppá 3 milliardir.
- So kann ein annars samanbera við føroyska búskapin, leggur hon hugsunnarsom afturat.
Mentanarhvøkk
Marjun M. Augustinussen viðgongur, at hon saknar Føroyar og familjuna av og á. Men hon vitjar heim ofta. Tó so, henni dámar væl í Danmark og danir.
- Mær dámar væl teirra máta at vera uppá, sigur Marjun, sum hevur búð í Danmark útvið 29 ár.
Marjun leikti hondbólt við VB, áðrenn hon leitaði út í heim. Hon metir, at enn sum áður, fyllir VB nógv í heimbygdini og hjá teimum, ið har búgva.
- Onkutíð er tað, sum eg ikki havi verið burturi, tá eg aftur vitji heima. Ikki nógv er broytt, sigur Marjun, sum tó staðfestir, at nógv nýggj hús eru.
- Eg var heima, tá VB gjørdist føroyameistari. Tá veitslan var, var tað júst sum fyrr, og eg kendi meginpartin av fólkunum, greiðir Marjun Augustinussen frá.
Hóast fáu broytingarnar heima, so heldur hon, at tað hendir heldur minni nú, enn fyrr.
- Men kanska er tað tí, at eg eri vorðin eldri, smáflennir Marjun.
Hon er eisini millum teirra, ið er heldur órógvað av vánaligu burðartølunum í heimbygdini og oynni sum heild.
Sjálv býr Marjun í dag í eini kommunu við 37.000 íbúgvum. Hon hevur ongantíð havt trupulleikar av at vera føroyingur í Danmark.
Tá Marjun fór til Danmarkar í 1972, fekk hon tó nakað av einum mentanarhvøkki.
- Eg skilti ikki altíð ironiina, men vil tó ikki siga, at eg hevði trupult við at fóta mær. Eg var nógv millum føroyingar í byrjanini, men seinni giftist eg og fekk børn, greiðir Marjun frá.
Kommunuval verður aftur tann 18. november og Marjun Mohr Augustinussen hevur mót uppá framtíðina og ætlar sær at stilla uppaftur og royna enn einaferð. Tíðin fer so at vísa, hvørt tað eydnast henni at vinna pláss millum teirra, ið koma at standa við róðri í Rødovre komandi valskeið.