Vágbingar vunnu fyri triðju ferð

Heldur ikki í dag megnaði Hvessingur at taka Smyril, sum hevur fult stigatal

Smyril úr Vági heldur stásið við líka. 6-mannafarið úr Vági vann á norðoyastevnu í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani, og hann vann á sundalagsstevnu í Hvalvík fyri einari viku síðani.

 

Í fagrastu róðrarlíkindum  bjóðaði Hvessingur enn einaferð av ídag. Tær báðu undanfarnu ferðirnar hevur Páll Fangi úr Klaksvík eisini verið við. Í dag var Páll Fangi ikki við, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við tær næstu ferðirnar. Orsøkin er, at onkrir av manningini eru farnir av landinum.

 

Á Skálafjørðinum kappaðust Smyril og Hvessingur um fremsta plássið, meðan Gongurólvur og Fortuna kappaðust um bronsuplássið.

 

Eina løtu sá tað út til, at Hvessingur fór at bjóða vágbingum av, men í endaspurtinum var eingin ivi. Teir á Smyrli áttu flestu knoturnar, og tá ið teir fóru um málið var fjarstøðan ein bátslongd ella so.

Fortuna úr Vestmanna var klárt nummar trý í kappingini við Gongurólv um triðja plássið.

 

1 Smyril  04:50:20

2 Hvessingur  04:52:10

3 Fortuna  04:59:19

4 Gongurólvur  05:02:12