Vágbingar samráðast framvegis við skotar

Hóast málið hevur drigið út, er framvegis samband millum Vágs Býráð og skotsku fyritøkuna, sum ætlar at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki í Vági.

- Vit eru komin við seinasta útspæli um ein leist, sum skotar nú skulu taka støðu til, sigur Danial Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd í Vágs Býráð.

Tað var annars í apríl, at skotska fyritøkan sendi eina formliga umsókn um byggiloyvi til at nýtt uppsjóvarvirki á djúphavnini í Vági.

Vágs Býráð ætlaði at gera skjótt av og avgreiða málið á næsta býráðsfundi; men málið dróg út av tøkniligum áðum.

- Tað vísti seg, at ætlaða byggingin liggur ov tætt upp at flakavirkinum hjá Polar Frost; men hetta skuldi nú vera komið upp á pláss, sigur formaðurin í Teknisku nevnd í Vági.

Uppsjóvarvirkið skal ætlandi taka ímóti 900 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið, umframt eina stóra frystigoymslu, sum kann taka 14.000 tons.??

?Skotar hava, sum skilst, leingi havt áhuga fyri at hava eitt virki í Vági.

??Fyrr í ár lógu teir framvið at keypa hitt fiskavirkið; men tá tað varð av ongum, valdu teir at royna at byggja sítt egna.?