Tað vísir seg at vera ógjørligt at fáa fiskiloyvi til Sunbeam, tí veiðiorkan er 4% størri enn hjá Sancy. Tí sær reiðaríið sær ongan annan møguleika enn at royna at selja bæði skipini, og harvið lata fiskiloyvið av hondum Fyrr í vár keyptu vágbingar skipið Sunbeam. Hetta var ætlað sum ein avloysari til Sancy, sum er uppslitin og alla tíðina í ólagi.
- Vit keyptu skipið, tí treytirnar vóru so sera góðar. Líka síðani hava vit roynt at fingið fiskiloyvi til Sunbeam, sum vit ætlaðu skuldi koma í flotan fyri Sancy, men har hevur alt verið vónleyst at finna loysn á málinum, sigur Hans Joensen, vanliga nevndur Hans í Líðini.
Sancy hevur riggað ógvuliga illa. Tað hevur verið umvæling omaná umvæling, og nú var tað so komið hartil, at einasta loysnin var, at skifta skipið út. Og tí varð Sunbeam keypt.
- Men Fiskimálaráðið hevur ikki verið til at høgga ella stinga í. Djúpvatnstrolarar eru ikki nevndir í kunngerðini um vinniligan fiskiskap, og so hava teir nýtt lógina sum umfatar skip undir fiskidagaskipanini. Eftir teirri lógini verður støddin roknað út eftir long x breidd x dýpd x motororku, sigur Hans í Líðini.
- So hóast Sunbeam er merktur 803 BRT og Sancy 826 BRT, verður Sunbeam eftir útrokningini mettur størri enn Sancy. Munurin er tó bert 4%, og hóast kunngerðin, sum Fiskimálaráðið gongur eftir, heimilar eitt frávik upp á 17%, so er hetta ein regla, sum Fiskimálaráðið sær púra burtur frá, sigur reiðarin