Vágbingar halda stílin

Men tað gekk ein tími, áðrenn rættulig ferð koma á málskjótingina ímóti illa sperdu vágamonnunum

VB er framvegis eitt gott boð upp á meistaraskapin. Sunnudagin høvdu teir vitjan av botnliðnum úr Vágum. Tað var týðuligt á útgangsstøðinum, at heimaliðið var oddalið, og at gestirnir vóru botnlið. VB leyp á við nógvum fólki og fullari ferð, meðan FS Vágar royndi at verja. Teir høvdu bara Kim Poulsen í álopinum (Birgir Joensen kom á vøllin í 2. hálvleiki), og teir hildu alla tíðina nógv fólk afturi á egnari hálvu.

VB legði fyri sum eitt ódnarveður. Tað mesta gekk fyri seg í og kring brotsteigin hjá FSV, og fyrstu trettan minuttirnar trýstu vágbingar seg til eina rúgvu av hornaspørkum.

Hesi góðu einki mál, og so fór eitt sindur av guvuni burtur. FSV hevði okkurt álopið á tekniborðinum, men so var tað, at VB fekk hol á. Tað trýsti gestirnar niður, og fram til 57. minutt, tá VB økti til 2?0, var talan um eitt støðugt trýst á málið hjá Remi Mikotionis, sum hevði nógv at gera, meðan Bjarni Johansen í hinum endanum so at siga var arbeiðsleysur.

Á miðvøllinum vóru Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic og Jón Pauli Olsen greitt omaná í stríðnum ímóti Sonna Johansen, Hannus Olsen, John Johansen og Igor Kiriilovas, sum er ein fínur bóltspælari, men sum ikki kennir seg heilt á heimabeiti, tá tað meiri er talan um stríð, enn um spæl.

VB var alla tíðina yvirmannað á miðvøllinum, tí vongverjarnir báðir, Predrag Zivkovic og Magni Jacobsen ikki høvdu nakran mann at ansa, og harvið kundu luttaka nógv í framrættaða spælinum. Vágbingar vóru kaldir og tóktust trúgva upp á, at tað var bara ein spurningur m tíð, áðrenn stóra leikliga yvirvágin fór at verða umsett til fleiri mál, og soleiðis tørnaði tað eisini út.


Málini

VB fekk hol á í 15. minutti. Hornaspark úr høgru varð sent tvørturum og innfyri aftur málið, har Robert Cieslewicz ikki var ansaður og tískil hevði lætt við at seta síðsta fótin á.

1?0 gjørdist til 2?0 í 57. minutti. Milan Kulic sendi fríspark úr vinstru og til handara stólpan, har Krysztof Popczynski hevði síðsta fótin á. Og so gekk skjótt við málskjótingini.

Tað bleiv 3?0, tá ein tími var farin. Altíð vandamikli Jón Pauli Olsen smekkaði flatt langskot dygst fram við stólparótini.

Tað sá út til, at hetta skuldi gerast úrslitið, men tá tíggju minuttir vóru eftir, var FS Vágar málverjin sera óheppin. Hann tóktist hava tak á kiksaðari sending frá einum av viðspælarunum, men ólukkutíð fyri málverjan og FSV, so støkk skrúvandi bólturin framvið málverjanum og inn um strikuna.

Tá fór luftin rættuliga úr vágaliðnum, og síðstu minuttirnar gjørdu teir báðir sera vandamiklu útlendingarnar í VB álopinum hvør sítt mál. Bæði komu eftir skjótálop.


Ymisk útlit

Vágbingar og vágamen fóru í góðveðrinum á Vágseiði av vøllinum við púra hvør sínari næstu framtíð. VB, ið næstu ferð hevur Predrag Zivkovic leikbannaðan, stríðist fyri heiðursmerkjum, sum tað framvegis er møguleiki fyri verða av gulli.

FS Vágar skal berjast fyri at sleppa burtur av aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingini. Teir í Vágum vóna, at Tór?Ingar Akselsen verður tøkur, tá teir komandi sunnudag fáa vitjan av B71. jh


VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen ? Krysztof Popczynski, Robert Cieslewicz

FS Vágar: Remi Mikotionis ? Heðin Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Zilva Zudis, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus ? John Johansen, Igor Kirilovas, Hannus Olsen, Sonni Johansen ? Kim Poulsen