Vágbingar fara nú at tosa við onnur um framtíðina

Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy fáa nú fundarboð frá vágbingum at tosa um framtíðina


Nú ætlar Vága Býráð sær rættiliga at seta hol á framtíðina.
Og tað ætlar býráðið sær at gera við at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy.
Vágs Býráð hevði framtíðina hjá Vágs kommunu til umrøðu í gjárkvøldið.
Býráðið tók málið upp í kjalarvørrinum á teirri fólkaatkvøðu, sum var í Vági 2. desember um støðuna hjá Vágs Kommunu í framtíðini.
Fólkaatkvøðan vísti, at tepur meiriluti var fyri, at varðveita Vág sum sjálvstøðuga kommunu.
Men skulu kommunur í Suðuroy leggjast saman, var stórur meiriluti í Vági fyri at Suðuroy verður tvær kommunur.
Og tað var hendan sannroyndin, sum Vágs Býráð skuldi taka støðu til í gjárkvøldið.
Tað, sum Vágs Býráð skuldi taka støðu til, var sostatt, hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni skal brúkast til.
Og niðurstøðan er, at Býráðið er samt um, at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy um at víðkað samstarvið ímillum tær.
Tær kommunur, sum Vágs Býráð nú fer at seta seg í sambandi við, eru Sumbiar Kommuna, Porkeris- og Hovs Kommuna.
Og nú kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt fara at tosa um økt samstarv, skulu tær eisini kanna møguleikan at seta ein arbeiðsbólk at lýsa fyrimunir og vansar við at leggja syðru helvt í Suðuroy saman í eina kommunu.

Orðarætt varð einmælt samtykt, "at bjóða kommununum í Suðuroyar sunnaru helvt til fundar um víðkað kommunusamstarv og eventuelt, saman, niðurseta ein arbeiðsbólk, sum skal útgreina fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman” 
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at innbjóðingarnar til hinar kommunurnar, verður helst send í næstu viku, men fundurin verður neyvan fyrrenn í januar.
 
Full semja
Hetta var ein avgerð, sum full semja var um í Vágs Býráði.
Býráðslimir vóru kortini eitt sindur ójavnir á máli um, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi tulkast.
Summir býráðslimir staðfesti, at meiriluti hevði verið fyri, at Vágs Kommuna skal framhaldandi vera fyri seg sjálva.
Og teir staðfestu eisini, at býráðið hevur lovað at úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi virðast.
Aðrir býráðslimir høvdu hug at skilja úrslitið øðrvísi.
Teir mettu, at ætlanin hjá landsstýrinum um sjálvbodna kommunusamanlegging, fer at enda við, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman, so ella so.
Og teir tulkaðu fólkaatkvøðuna so, at stórur meiriluti er í Vági ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
Tí mettu teir, at tað var rætt at Vágs Býráð longu nú tekur málið upp og tekur málið til viðgerðar fyri at standa sterkari brynjað, tá ið kravboðini um samanlegging verður. Tí hildu teir, at tað var rættast longu nú at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy um at leggja saman.
Ført varð fram, at kommunur í syðru helvt samstarva um skúla, lækna, barnaansing og onnur øki.
Men býráðslimir hildu eisini, at kommunurnar áttu at funnið semju um, hvussu útbyggingar í syðru helvt í Suðuroy skulu gerast og, hvar tær skulu vera, tað verið seg felags barnagarður, bátahylur, ídnaðarøkið o.s.fr.
 
Fara at tosa
Borgarstjórarnir í Sumba, Porkeri og Hovi, hava fyri kortum sagt fyri Sosialinum, at kommunustýrini hava ikki tikið endaliga støðu til kommunusamanlegging. Og teir søgdu eisini, at koma fundarboð úr Vági, um samstarv ella um at leggja syðru helvt í Suðuroy í eina kommunu, fara tey uttan iva at tosa við vágbingar.
Men teir ivast í, um hetta førir til nakað, tí hóast bygdaráðini ikki hava tikið formliga avgerð um samanlegging, er tað teirra egna meting, at ongin hugur er til at leggja saman, uttan so, at øll Suðuroy verður løgd í eina kommunu.