Seinnapartin í dag fekk vaktarskipið Brimil boð frá MRCC um, at Vágasteinur, sum var staddur norðaliga í Heystfirði, hevði fingið maskinbrek.
Brimil, sum lág á Havnini, fór beinanvegin avstað, og góðan hevði Brimil fingið fast á Vágastein og byrjaði at sleipa mótið havnini.
Hetta er aðru ferð í eina viku, at Brimil sleipar Vágastein. Leygardagin fekk Vágasteinur, sum tá var staddur á Íslandsrygginum, ein rekatrossa um skrúvuna. Brimil var hjá Vágasteini sunnumorgunin, setti fast og mánanáttina kom Brimil á havninia við Vágasteini.
Í dag, tá ið Brimil fór av Havnini eftir Vágasteini og kom á Kirkjubønes, møttu teir Tjaldrinum, sum var á veg á Havnina við garnaskipinum Anita uppá sleip, sum skilst hevur Anita eisini fingið maskinbrek.
Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimsíðu síni.