Vágar eins væl hóskandi sum onnur øki

Í miðlunum hevur ta seinastu tíðina verið nógvur orðadráttur um, hvar játtaðu íbúðirnar til sinnisveik skulu byggjast.

Uttan at leggja meg út í orðaskiftið um sjálva plaseringina av nevndu íbúðum, fari eg tó at loyva mær at koma við onkrari viðmerking til nakrar útsagnir, ið frammi hava verið.
Sum skilst, so er avgerð tikin um, at íbúðirnar skula byggjast á einum og sama staði. Og hertil er full semja, tykist, sjálvt um tað tykist mær nakað ivasamt. Tað er fyri langari tíð síðan staðfest, at umstøður og tilboð til hesi okkara medmenniskju hava verið og eru alt annað enn nøktandi.
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur tikið avgerð um, at íbúðirnar skula byggjast í Vágum. Tað er her, ósemjan byrjar, og argumenterað verður fyri og ímóti.
Áskoðan mín er, at argumentini, ímóti nevndu avgerð, hava verið í so óumhugsað og mótsigandi. Í dagliga starvi mínum kenni eg ikki aftur útsagnir um, at málbólkurin, talan er um, hevur nøkur serstøk ynski um at búgva í Tórshavn ella aðra staðir. Tað tykist mær, at hesi orð verða løgd í munn teirra. Men skuldi so verið, at ein ella onnur meiningarkanning varð gjørd hesum viðvíkjandi, so trúgvi eg, at tað høvdu verið mong ymisk ynski og svar.
Tað hevur verið kastað landsstýriskvinnuni fyri, at hon, við áðurnevndu avgerð, mest hevur hugsað um sín egna persón og atkvøduveiðu. Tað fer hon sjálvandi at standa til svars fyri sjálv. Men sjálvur velji eg at trúgva, at landsstýriskvinnan hevur tikið avgerdina út frá nøkrum serstakliga góðum royndum.
At tað skal vera mannminkandi at búgva í Vágum, og at Vágar skal gerast ein ghetto? Nei, lat tað standa ósvarað. Men til tey, ið ikki vita tað, skal sigast, at Vágar er ein náttúruperla. Men heldur ikki tað kann brúkast sum argument til at byggja íbúdirnar í Vágum, men tað ger tað ikki verri!!!
Eisini skal í hesum sambandi undirstrikast, at vágafólk, arbeidspláss og fyritøkur, hava tikið sera væl ímóti hesum medmenniskjum okkara, og tað fara tey framvegis at gera. Og tó, so kann heldur ikki tað nýtast sum argument fyri at byggja í Vágum. Men tað ger tad ikki verri!!!
Harafturímóti hevur tað alt avgerandi týdning, at karmar og umstøður laga seg eftir umhvørvinum soleiðis, at møguleiki verður fyri at seta trivnaðin í hásæti. Tí er Vágar eins væl hóskandi til íbúðirnar, sum onnur øki í landinum. Er okkurt áhugavert tiltak, tað verið seg mentunnarligt, sosialt e.a. í Tórshavn - ja, so plaga vágafólk at seta seg í ein buss ella bil og koyra til Havnar. Oftani verdur farið í góðari tíð, so farast kann inn onkrastadni at keypa sær ein kaffimunn ella annað, áðrenn hesi ymisku tiltøkini byrja. Og til teirra, ið ikki vita hetta, skal verda sagt, at tad ber væl til.