Ikki kann sigast annað, enn at 07 Vestur fekk eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, tá FC Suðuroy vitjaði leygardagin. FC Suðuroy var í bestu deildini í fjør, men spælir í ár í 1. deild, haðani 07 Vestur nú er komið upp. Tað sást í øllum førum á øllum brøgdum, at vágamenn hava eitt lið, sum er betri enn liðið hjá suðuroyingunum, ið munnu ætla sær uppaftur sum skjótast.
07 Vestur spældi væl ta fyrstu løtuna, men so líðandi kom FC Suðuroy meira við, men kortini var smáligt við kjansum. Ikki so langt fyri hálvleik kom tó hol á hjá vágamonnum, tá Tór-Ingar Akselsen royndi seg við góðum skoti, ið málverjin hjá FC Suðuroy bara fekk blokerað, og so var Holgar Djurhuus á blettinum og gjørdi tað til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Ikki nógvar minuttir inn í seinna hálvleik skoraði 07 Vestur aftur. Enn eina ferð var Tór-Ingar uppií, tá vágamenninir fingu fríspark og hann fintaði skot, fyri síðani at lata Badara Diedhiou sleppa framat at skjóta. Bólturin fór fram við øllum og í málið, og so var 2-0.
Eitt korter seinni fekk 07 Vestur triðja málið, tá innskifti Tamba Yarjah fekk eina góða sending frá fyrsta málskjúttanum, Holgari Djurhuus, og skallaði bóltin í málið. Hervið var sigurin greiður og 07 Vestur víðari í steypakappingini.
Síðstu løtuna royndi FC Suðuroy at geva mótstøðu, men suðuroyingarnir komu ikki nærri enn at fáa eitt mál kolldømt og at verða steðgaðir av málmanninum hjá 07 Vestur, Hans Jørgensen, sum í tí eina førinum mátti vísa síni bestu kynstur fyri at bjarga.









