Vágamenn gjørdu beinanvegin bart

1. DEILD: Við heimasigri ímóti NSÍ, sum annars hevur verið millum tey ovastu, livir vónin í Vágum um, at tað skal eydnast at flyta upp

Inntil í dag var NSÍ næstfremst í næstbestu deildini, meðan 07 Vestur var á sætta plássi. NSÍ hevði 26 stig fyri 13 dystir, og 07 Vestur hevði 20 stig fyri 15 dystir.

Á Dungasandi í Sørvági legði heimaliðið sera bragdliga fyri. Longu í sætta minutti skoraði miðverjin Eiler Fróðason eftir hornaspark, sum Tór-Ingar Akselsen tók sær av. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur í næstbestu deildini hjá 17 ára gamla Eiler Fróðason.

Fimm minuttir seinni økti 07 Vestur um munin til 2-0. Aftur var tað Tór-Ingar Akselsen, sum átti uppleggið, og hesa ferð var tað Predrag Jeremic, sum skoraði.

Hagtølini siga, at 07 Vestur var meiri ágangandi. Heimaliðið tiltuskaði sær sjey hornaspørk, og NSÍ hevði trý hornaspørk.

Heimaliðið hevði 14 royndir ímóti NSÍ málinum, og gestirnir høvdu tríggjar minuttir ´+imóti heimamálinum.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað NSÍ at minka um munin til 2-1. Málskjútti var Aron Knudsen, sum var á vøllinum alla tíðina. Jógvan Højgaard átti uppleggið.

Á NSÍ liðnum vóru eitt nú Jann Martin Mortensen og Aron Knudsen. Aðrir, sum plaga at vera á listanum á besta liðnum, og sum vóru á næstbesta liðnum í dag, eru málverjin Karstin Hansen, Hans Marius Davidsen og Pætur Turiðarson Skipanes.

12. september fær 07 Vestur vitjan av HB, og NSÍ fær vitjan av grannunum í Víkingi.