Vága samferðslusøga klár í 2004

Mánakvøldið 15. september var fundur í hølum Miðvágs fornminnnisfelags, har sett varð út í kortið og ein arbeiðsbólkur settur til at savna tilfar til eina bók um samferðslusøguna í Vágum. Miðað verður ímóti at bókin verður klár til prenting í oktober 2004

Síðan Vestanstevnuna í fjør hevur verið arbeitt við at eini ætlan um at geva út eina søguliga bók um samferðsluna í Vágum. Mánakvøldið 15. september var fundur í hølum Miðvágs fornminnisfelags, har ein verkætlan bleiv gjørd, og ein arbeiðsbólkur varð settur, sum skal taka sær av at savna inn tilfar til bókina. Dánjal Poulsen í Havn, ið er ættaður úr Vatnsoyrum, samstarvar við fornminnisfeløgini í Vágum um hesa verkætlan.
Hugskotið um bókina stavar frá forvitnisligari framsýning sum var á Vestanstevnu 2002, tá spenningurin um nýggja Vágatunnilin var í hæddini.
Eini 600 fólk vitjaðu framsýningina, ið umfataði ferðing millum Vágar og Streymoy heilt frá gamlari tíð og til okkara dagar.
Bókin verður givin út í samstarvi millum Miðvágs Fornminnisfelag, Sørvágs Bygdasavn og Sandavágs Fornminnisfelag, ið er undir endurstovnan. Hesi trý feløgini taka sær av tí partinum av bókini, sum umfatar ta gomlu tíðina, meðan Dánjal Poulsen kemur at skipa fyri flog- og tunnilssøguni.
Arbeiðsbólkurin heitir á fólk, sum hava góðar myndir av flutningstólum so sum skipum, bussum, rutubilum ella flogførum, um til ber at læna tær. Eisini myndir av áhugaverdum hendingum og forvitnisligar søgur hava stóran áhuga.
Sørvingurin, Einar Petersen, sáli, hevur eisini savnað myndir og skrivað nakað um akfør í Vágum.
Vágatunnilin er avgjørt størsta hending í Vága samferðslusøgu; tí verður søgan skrivað nú, so fólk kunnu fáa eina fatan av teimum ovurhonds stóru broytingunum í samferðsluni í Vágum.
Tá hugsað verður um, at eisini Gásadalstunnilin er liðugur og verður tikin alment í brúk nakað skjótt, so gongur ivaleyst long tíð, áðrenn stór frambrot verða aftur á samferðsluøkinum í Vágum.
Útgevararnir hava fingið sera góðan fíggjarligan stuðul til verkætlanina, og miðað verður ímóti at fáa bókina klára til prenting í oktober 2004.
Tey sum eiga tilfar kunnu seta seg í samband við eitt av feløgunum í Vágum ella Dánjal Poulsen á telefon 212600.