Vága Floghavn stórt yvirskot

P/F Vága Floghavn hevði í 2010 eitt yvirskot áljóðandi 1 mió. kr. Í 2009 hevði floghavnin 70 túsund krónur í yvirskoti, móti einum halli í 2008 uppá 11,1 mió. kr. Úrslitið fyri 2010 varð tó ikki so gott, sum ætlað, orsakað av minkaðum ferðafólkatali og øskurokinum í fjør vár, sum kostaði felagnum nógvar pengar. Felagið hevur tó miðvíst arbeitt við sparingum í 2010.

Stórar útbjóðingar liggja fyri framman hjá P/F Vága Floghavn.

Viðvíkjandi útbyggingini av flogbreytini so verður hendan liðug í november 2011. Í næstum verður arbeitt við at gera lendisarbeiðið liðugt við asfalti og ljósi.

P/F Vága Floghavn fer í ár at arbeiða miðvíst við at marknaðarføra seg. Felagið miðjar ímóti at økja munandi um flogferðsluna uppá Føroya,r nú møguleiki verður hjá størri flogførum at nýta flogvøllin.

Í nevndini fyri P/F Vága Floghavn, sum hevur havt aðalfund í dag sita: Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna, Bárður Nielsen, næstformaður, Evy Jacobsen, nevndarlimur ogJohan í Niðristovu, nevndarlimur og Jørgen K. Jørgensen.