Vága floghavn spardi tríggjar milliónir

Eystari Landsrættur lækkaði endurgjaldið, sum hagaparturin Ytri Suðurtriðingur skal fáa frá Vága Floghavn.

Vága Floghavn skal rinda hagapartinum Ytri Suðurtriðingur 7,8 milliónir krónur í endurgjaldi fyri lendið, sum varð tikið, tá flogvøllurin varð longdur.

 

Lendið varð ognartikið í 2009 og arbeiðið var liðugt í 2012. Upprunaliga vildi Vinnumálaráðið einans rinda 340.000 krónur fyri ognartøku av lendinum, men hagaparturin valdi at fara í Føroya rætt við málinum. Teir mettu seg hava rætt til 20,6 milliónir krónur.

 

Dómur fall í Føroya rætti síðst í mars í fjør. Niðurstøðan var, at talan var um vanligan haga, og tí fekk hagaparturin 5,2 milliónir krónur í endurgjaldi, umframt 6,5 milliónir krónur fyri grótið. Talan er um 1,1 millión kubikk av gróti, sum er tikið úr haganum.

 

Í viðgerðini í Eystara Landsrætti er komið fram, at talan ikki var um væl minni nøgd av gróti, okkurt um triðingin minni. Hetta hevur landsrætturin eisini tikið atlit til í niðurstøðu síni. Harumframt vísir Eystari Landsrættur á, at lendið, ið var handað hagapartinum aftur, var í betri standi enn frammanundan. Tí lækkaði Eystari Landsrættur eisini endurgjaldið, hagin skuldi hava fyri lendi.

 

- Tað vóru júst hesi bæði atlitini, sum gjørdu, at vit valdu at kæra dómin. Avgerðin í Føroya rætti gav í veruleikanum hagapartinum størri endurgjald fyri tað lendi, sum varð handað teimum aftur, enn tað, sum varð til fulnar ognartikið, sigur Óla Jákup Kristoffersen, sakførari hjá Vága Floghavn.

 

Samlaða endurgjaldið, sum Vinnumálaráðið nú er dømt at gjalda, er tí 7,8 milliónir krónur. Tað verður kortini Vága Floghavn, ið skal rinda penginin til Ytra Suðutriðing.

 

Í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum hevur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, eina viðmerking til málið.