Vága floghavn hevði ein sera góðan apríl mánaða. Í apríl ferðaðust 29,433 ferðafólk umvegis flogvøllin, ið er ein vøkstur á 46% í mun til apríl í 2016.
Les eisini: Sløk fimm prosent fleiri ferðafólk
Higartil í ár høvdu 80,019 fólk ferðastust umvegis flogvøll tá apríl mánaði var farin, tað er ein vøkstur á umleið 4000 fólk í mun til 2016.
Danska heimasíðan checkin.dk, skrivar, at um verandi vøkstur heldur áfram, so fera Vága Floghavn at gerast fjórðstørsta floghavn í danska kongaríkinum. Enn er tó eitt sindur á mál. 292,393 ferðafólk komu umvegis Vága floghavn í fjør, meðan núverandi fjórðstørsta floghavn í Danmark, Aarhus, hevði um 383,000 ferðandi í fjør, men vøksturin í Vágum er munandi størri enn tann hjá Aarhus Lufthavn.