Vága Floghavn: Forprojektið liðugt

Projekteringin hevur gingið væl, og forprojektið til leinging av flogbreytini var liðugt sum ætlað síðst í juli 2009. Kannaðir eru ymiskir møguleikar fyri leinging: 350 m móti vatninum upp til 1600 m

549 m móti vatninum upp til 1799 m

350 m móti vatninum og 199 móti Sørvági upp til 1799.

Í løtuni vera gjørdar kostnaðarmetingar fyri loysnirnar í forprojektinum, so støða kann takast til, hvørjar loysnir skulu detailprojekterast. Hendan avgerðin verður væntandi tikin eftir mánaðarskifti aug/sept 2009.

Vága Floghavn hevur haft innleiðandi fundir og positivt samskifti við myndugleikarnar, og eftir at forprojektið er liðugt, eru myndugleikaumsøknir sendar Statens Luftfartsvæsen, Sørvágs Kommunu og Umvørvisstovuni.

Projekteringin af leingingini af flogbreytini verður eftir ætlan liðug i 2009, skrivar Vága Floghavn á heimasíðu síni.