VÍF við í FM-stríðnum

Blandaðar kenslur í Vestmanna sunnudagin, har Ingi Olsen takkaði fyri seg í einum týdningarmiklum 25-22-sigri á Kyndli, sum lyftir VÍF upp á 2. pláss og av álvara limar teir inn í FM-stríðið

Kyndil streyk avstað
Tað var annars heldur óvæntað Kyndil, ið streyk avstað frá byrjan og var á odda 7-3 eftir átta minuttum og 10-4 tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Verjan sá ikki ov gott út hjá VÍF og valdi venjarin, Dia Midjord, at taka time-out, og munaði hetta væl eina løtu. Kyndil helt tó fast og slapp til hálvleiks við 15-11-leiðslu.

Vendu dystinum
Í seinna hálvleiki skuldi VÍF bara hava eina løtu, áðrenn teir vístu, hvat av liðunum er við í FM-stríðnum og hvat av liðunum liggur niðast í deildini. VÍF vann seg upp á javnt tá ið seks minuttir vóru aftir at spæla, og eftir hetta gekk tað bara skjótt ein veg. Kyndil var á odda 22-18 eina løtu, men skoraðu síðani ikki eitt mál í 10 minuttir og taptu dystin 22-25. Hesi sjey málini á rað, sum Agnar Joensen og Magnus á Rógvi skiftust um at skora, gjørdu fullkomiliga av við Kyndil, sum hevur tað kølið á aftasta plássi, meðan VÍF nú deilir 2. plássið við Neistan.

Farvæl, Ingi Olsen
Dysturin í gjár var hin seinasti heimadysturin á hesum sinni hjá veteraninum, Inga Olsen. Hann hevur spælt í felagnum í mong ár og verið ein av ímyndunum innan føroyskan hondbólt.
Formaðurin í VÍF nýtti undan dystinum høvi at bera Inga Olsen eina røðu, nú hann flytir til Grønlands í arbeiðsørindum.

VÍF – Kyndil 25-22 (11-15)

VÍF: Agnar Joensen (7) Magnus á Rógvi (5) Bjarti Hansen (4) Ingi Olsen (3) Sámal Joensen (3) Jákup Andrias Joensen (2) Joen Pauli Høgnesen (1)

Útvísingar: 3x2min.

Kyndil: Miroslav Vladkov (5) Andrias Sólsker (6) Rani Ellingsgaard (2) Frank Askildsen (2) Høgni K. Olsen (2) Ludvík Súnason (1) Tróndur Jensen (1) Hans Arni B. Thomsen (1) Regin Petersen (1)

Útvísingar: 2x2min.