VÍF vann stórsigur á H71

LIÐUGT: VÍF vann 31-20. Vestmenningar vinna uppiborið á favorittunum úr Hoyvík.

57 min: 30-19 til VíF. Fagnaðurin er stórur í høllini í Vestmanna. 

54 min: 30-19 til VÍF. Peter Krogh skorar eitt flott mál frá miðjuni. Magnus Matras hevur gjørt fleiri góðar bjargingar eftir hann er komin inn. 

51 min: 27-17 til VÍF. Spælið gongur aftur og fram, men eingin spenningur er í dystinum. VÍF hava fullkomið tamarhald á dystinum og spuringurin er bara hvussu stórur sigurin verður.

48 min: 25-13 til VÍF. H71 megna ikki at gera nakað við eitt sera væl spælandi VÍF lið.

45 min: 24 -13 til VÍF. Vestmenningar eru frammanfyri við ellivu málum! Áki Egilsnes hevur skorað sítt tíggjunda mál og Niklas Selvig skorar enn eitt mál. H71 hava sera trupult at skora móti Niklas Simonsen.

40 min: 22-13 til VÍF. Pætur Thomsen minkar um munin fyri H71, men Andrias svarar aftur fyri VÍF.

37 min: 21-12 til VÍF. H71 klárar ikki at steðga Áka Egilsnes, sum hevur skorar sítt níggjunda mál í kvøld.

35 min: 19-12til VÍF. Tóraldur Kollsker bjargar enn einaferð og setir eitt álop í gongd, sum Pætur Thomsen skorar.

34 min: 19-11 til VÍF. Tóraldur bjargar og Pætur Thomsen skorar fyri H71.

33 min: 19-10 til VÍF. VÍF heldur fram við góðu gongdini. Áki Egilsnes skorar sjeynda málið og Julian Olsen skorar sítt triðja. 

Hálvleikur: 16-9 til VÍF. Vestmenningar hava spælt øgiliga væl, meðan lítið og einki hevur riggað hjá H71, sum annars hava verið so fantastiskir í ár. H71 byrjaði annars dystin betri og legði seg á odda 3-1. So kom VÍF væl aftur, og legði seg odda við fimm málum. H71 minkaði um munin, men so fór VÍF fyri aðru fer frá H71 og eru frammanfyri við sjey málum í hálvleikinum. Áki Egilsnes er topskjútti við seks málum, meðan Jónas Djurhuus er topskjútti hjá H71 við trimum málum.

29 min: 15-9 til VÍF. Fyrst hevur Tóraldur Kollsker eina týdningarmikla bjarging fyri H71, men Niklas Simonsen ger eina dupult bjarging fyri VÍF. Álopið hjá VÍF koyrir væl.

25 min: 13-9 til VÍF. Vestmenningarnir eru omaná aftur. Hanus Christoffersen skoraði til 13-9. Peter Krogh hevur fingið tveir minuttir útvísigin. VÍF er í yvirtalið og í álopstøðu.

22 min: 11-9 til VÍF. Dysturin gongur aftur og fram. Hilmar Leon Jacobsen er útvístur.  

19 min: 10-8 til VÍF. H71 ein mann í yvirtali og málverjin hevur tikið nøkur skot. H71 um at fáa tamarhald á dystinum aftur.

14 min: 8-4 til VÍF. H71 klára ikki at fáa bóltin framvið Niklas Simonsen í VÍF málinum.

12 min: 7-4 til VÍF. VÍF omaná - VÍF hevur svarað væl aftur aftaná góðu byrjanina hjá H71.

9 min: 4-3 til VÍF. VÍF málverjin Niklas Simonsen hevur longu havt fleiri týdningarmiklar bjarginar.

5 min: 3-1 til H71. H71 er komin munandi betur frá byrjan. 

Fyrri dysturin í mansfinaluni byrjar klokkan 20.00

 

Liðugt: Kyndil megnaði ikki at gera nakað við Neistan, sum vann ein uppibornan sigur.

59 min. 25-17 til Neistan. Alt bendir á, at Neistin vinnur stórsigur í fyrstu finaluni.

58 min: 23-17 til Neistan. Neistin dregur frá Kyndli aftur.

56 min: 22-17 til Neistan.

52 min: 19-15 til Neistan. Spælið hevur gingið aftur og fram seinastu minuttirnar. Vár Thomsen hevur havt fleiri týdningarmiklar bjargingar.

48: 18-14 til Neistan. Málverjin hjá Kyndil Vár Thomsen hevur gjørt munin - hon hevur tikið fleiri skot, meðan tað eisini hevur eydnast í álopinum hjá Kyndli. Spenningur er aftur í dystinum.

43 min: 18-12 til Neistan. Aftaná at hava verið aftanfyri við átta málum, so hava tær nú minkað um munin. 

38 min: 16-9 til Neistan. Ein lívlig byrjan, men Neistin kemur eisini betri frá byrjan í øðrum hálvleiki. Fríða Petersen hevur tikið enn eitt brotskast - hon hevur staðið øgiliga væl í kvøld.

Hálvleikur: 12-7 til Neistan. Neistan hevur verið væl betri í fyrra hálvleiki og tað vísur støðan eisini. Stutt fyri hálvleik minkaði Kyndil til 11-7, og kundu við einum máli afturat opna dystin aftur. Tað eydnaðist ikki hjá Kyndli, tí Neistin legði seg á odda við 12-7 eftir enn eitt væl spælt álop. Marjun Danberg er topskjútti hjá Neistanum við seks málum og Ásleyg Súnadóttir topskjútti hjá Kyndli við trimum málum.

25 min: 10-6 til Neistan. Kyndil hevði ein upplagdan møguleika at minka um munin, men Fríða Petersen bjargar brotskastinum frá Marionnu Geirsdóttir.

22 min: 9-4 til Neistan. Neistin fer frá Kyndli. Kyndil fær ikki steðga einari væl upplagdari Marjun Danberg.

19 min: 7-4 til Neistan. Kyndil fær ikki ordiligt tak á Neistanum. Verjan og málverjin hjá Neistanum standa væl.

15 min: 5-3 til Neistan. Kyndil hevur fingið fyrstu útvísingina. Kyndil kláraði væl at halda Neistanum frá málinum. Marjun Danberg skoraði á brotskast aftaná Kyndil var fultmannaðar aftur.

10 min: 4-2 til Neistan. Kyndil hevur tikið time-out. Marianna Geirsdóttir skoraði málið fyri Kyndil.

6 min: 4-1 til Neistan. Neistin hevur framvegis takið á Kyndli. Kyndil hevur longu rakt stongina tvær ferðir. Eir Berg hevur skorað málini fyri Neistan.

3 min: Neistin byrjar betri og eru frammanfyri 2-0. Marjun Danberg hevur skorað bæði málini.

Vit siga beinleiðis frá fyrstu FM-finalunum. Kvinnurnar spæla klokkan 1830 og skulu grannarnir Kyndil og Neistin dystast. Klokkan 20 dystast VÍF og H71 hjá monnunum.