VÍF tapt kæruna – og dystin í kvøld

Skelkur: Vestmenningar sleppa ikki í FM finaluna

Tað er skelkur í Vestmanna í kvøld, eftir at mansliðið í hondbólti hevur mist møguleikan at koma í FM finaluna. Orsøkin er spøkilsismálið og tapta kæran í tí dystinum. Somuleiðis er VÍF dømt at tapa dystin í Kollafirði í kvøld, sum teir annars vunnu 29-18.

 

Fyrst og fremst, so hevur Hondbóltssambandið staðfest, at VÍF tapur kæruna um spøkilismálið, meðan Neistin vinnur við sínari kæru. Sostatt vinnur Neistin dystin við einum málið, meðan VÍF fær frátikið trý stig. Eitt í dystinum og tvey stig fyri at leggja protest og tapa.

 

- Vit hava eitt fordømi í fjórðu deild í Kasakstan, har tað sama hendi. Tá tapti FF Aprilistan dystin eftir líknandi umstøðum. Hetta hevur aganevndin brúkt sum fordømi, verður sagt.

 

Í kvøld vann VÍF 29-18 á KÍF í Kollafirði, men verður dømt at tapa dystin. Orsøkin er, at seinastu løtuna av dystinum var bara ein dómari á vøllinum. Eyðun Samuelsen bleiv skaddur og tí mátti Thomas Juul S. Thomsen døma dystin einsamallur.

 

- Aganevndin hevur fingið eina kæru í kvøld og tikið støðu á staðnum. Úrslitið av dystinum verður 12-11 til KÍF. Orsøkin er, at dysturin verður steðgaður í somu løtu, sum Eyðun Samuelsen fyrstu ferð føldi, at hann fekk fibur. Tá var KÍF á odda, skrivar aganevndin.

 

VÍF hevur kært støðuna, men ikki fingið viðhald. Tað kostar tvey stig afturat. Sosatt hevur VÍF mist sjey stig í kvøld á skrivaraborðinum.

 

- Ja, 1.apríl bleiv løgin dagur í føroyskum hondbólti, men vit mugu bara góðtaka støðuna, sigur Ingi Olsen, sum komandi ár fer at royna seg sum málverja hjá VÍF.