VÍF í steypafinaluna við 12 málum á muni

Agnas Olsen gekk undan við at skora 12 mál tá vestmannakvinnur tryggjaðu sær steypafinaluplássið

Kvinnurnar hjá VÍF høvdu 10 mál at tera uppá frá fyrru hálvfinaluni ímóti VB í Faxe Kondi kappingini.

 

Mikukvøldið vann VÍF 28-18 ímóti VB suðuri í Vági, og tað tyktist mest sum avgjørt hvør kom víðari.

 

Men VB spældi fyri sínum møguleika í fyrra hálvleiki í Vestmanna í tí seinnu hálvfinaluni, og í steðginum var VB á odda 15-11.

 

Men í seinna hálvleiki fekk VÍF rættað uppá tingini, og tær vunnu at enda 25-23, og samanlagt 53-41.

 

Agnas Olsen var sera eyðsýnd hjá heimaliðnum, og hon skoraði 12 mál í dystinum í dag.

 

Caroline Ladefoged var toppskjútti hjá VB við seks málum.

 

Í steypafinaluni møtast VÍF og Kyndil. Kyndil vann samanlagt 64-42 á H71.