VÍF spældi við høvdinum undir arminum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Daniellu Joensen hjá VÍF seta orð á vónbrotið at tapa við 10 málum ímóti Kyndli á heimavølli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Daniellu Joensen hjá VÌF, aftaná Daniella og liðfelagarnir høvdu tapt 20-30 (13-14) ímóti Kyndli í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. 

 

Daniella Joensen skeyt trý mál, og fekk eisini tríggjar ferðir tveir minuttirs útvísing, og harvið reyða kortið í dystinum.

 

Daniella Joensen er sera hørm um seinna hálvleik, sum vestmannakvinnur tapa við níggju málum. Hon heldur, at har var ikki gott skil á, og heimaliðið spældi við høvdinum undir arminum, sambært Daniellu Joensen.