VÍF skal hanga í oddaliðunum

VÍF skal royna at halda fast um góðu støðuna, sum teir eru í, meðan ungu hoyvíkingarnir við einum sigri kunnu leggja seg ájavnt við VÍF á triðja plássi

HONDBÓLTUR

Fólk høvdu ikki vænta nógv av ungu hoyvíkingunum undan kappingini, men teir hava tikið øll á bóli. Eftir fýra umfør hava teir trý stig, og teir eru farnir inn til hvønn dyst við júst tí rætta hugburðinum. Teir hava spælt skjótan og góðan hondbólt, og teir hava staðið fyri sera positivum hondbóltsspæli.
Hjá VÍF hevur eisini gingist væl. Teir liggja á triðja plássi, bert eitt stig aftanfyri oddaliðini, og tí er týdningarmikið fyri teir at vinna dystin ímóti H71. VÍF má eisini metast at vera favorittur, men H71 kann meir enn so leypa ein hvøkk á eitt hvørt lið.
Hjá H71 manglar Christian Eli Zachariassen, sum fekk reyða kortið síðsta dyst. Annars eru allir mans tøkir, og venjarin, Kári Durhuus, vónar tað besta sunnudagin.
- Ja, eg vóni at vit vinna, men vit hava ett ungt lið, so tað er ringt at meta um okkara møguleikar. Vit taka bara ein dyst á gangin, og so royna vit at gera okkara besta í hvørjum dysti.
Hjá vestmenningum hevur John Zachariassen ein skaða í økslini at dragast við, so hann verður ikki klárur til dystin ímóti H71. Annars eru allir mans tøkir, og Dia Midjord, venjari, sigur, at teir fara inn at vinna hvønn dyst.
- Vit taka ein dyst á gangin, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit fara út fyri at vinna hvønn dyst, og hetta ætla vit sjálvsagt eisini ímóti H71. Vit eru tó ikki heilt á toppinum enn, men vit arbeiða hart fyri at gerast heilt klárir til endaspælið, sigur Dia at enda.