VÍF skal duga at vera favorittur

Vestmannakvinnur eru greiðar um at tær eru favorittar

Meðan flestu kappingarneytarnir hava verið fyri frágongd av leikarum, er støðan ein onnur hjá favorittunum í SMS deildini, VÍF.

Ingi Olsen, venjari hjá vestmannakvinnum, sigur at liðið hevur havt tilgongd av Hallu Skylv Midjord, Daniellu Joensen, Vivian Petersen og Ró Nielsen.

 

Gaman í hevur liðið havt frágongd av umráðandi leikarunum Kristina Griksaite og Fríða Petersen, men hópurin er stórur, sigur venjarin.

Kanska er hópurin hin breiðasti í kappingini, og málið hjá VÍF er eisini at spæla finalur í bæði steypa- og landskappingini.

 

-Fyri at hesin málsetningur skal eydnast, so er neyðugt, at vit koma ígjøgnum kappingina uttan at alt ov nógvir leikarar gerast skaddir.

-Eisini er neyðugt, at góði hugburðurin til bæði venjing og til dystir forsetir. Nógvir at okkara leikarum vilja framvegis geva sera, sera nógv fyri at vinna og hava framvegis neistan sum skal til fyri at vinna, sigur Ingi Olsen.

 

Tað er eingin ivi um, at VÍF er mett sum stórfavorittur í ár, og hesum viðurkennir venjarin eisini, og leggur dentt á, at tað er týdningarmikið at liðið dugir at taka henda leiklut á seg, og klárar at fyrireika seg við hesum í huga.

 

VÍF spælir fyrsta landskappingardystin sunnudagin klokkan 14.00 móti StÍF í Vestmanna.